Hjúnini, Anna-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.

Drápið kann vera framt í egnum heimi

Norska løgreglan hevur áður víst á møguleikan, at talan kann vera um dráp, sum onkur roynir at krógva.

Hjúnini, Anna-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.

 

Norska heimasíðan www.vg.no hevur áður skrivað, at eitt ástøði hjá løgregluni er, at heimið hjá rikmanshjúnunum, Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen, kann vera staðið, har eitt møguligt dráp er farið fram.

Tekniskar ábendingar, eitt nú blóðspor og sleipispor, sum løgreglan rópar tað, kunnu tulkast sum um, at Anne-Elisabeth Hagen kann hava verið fyri einari valdsgerð í heimi sínum, áðrenn hon varð tikin út úr húsunum hin 31. oktober í fjør.

Sambært upplýsingum, sum VG hevur, eru ongar ábendingar um, at Anne-Elisabeth Hagen sjálvviljað er farin úr húsunum. Í brævinum, sum lá eftir í heiminum, er krav um loysigjald, umframt ein hóttan um at leggja filmsbrot við møguligum drápi av ríkmanskonuni út á netið.

Kravið í brævinum um loysigjald er á út við 100 norskar miljónir, og norska løgreglan hevur sagt, at alt bendir á, at tey, sum hava gjørt seg inn á ríkmanskonuna, hava havt ein munandi "valdskapasitet", sum løgreglan hevur málborið seg.

Teir fyrstu mánaðirnar arbeiddi løgreglan við tí ástøði, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd við fíggjarligum endamáli, men hetta ástøðið er seinni broytt, soleiðis at løgreglan nú metir, at hon er dripin. 

Sagt hevur verið, at hevur tú eina "vøru", sum tú møguliga kanst umseta til so nógvan pening, sum her er talan um, so kemur tú við vøruni - og fært pengarnar. Men, tað er so ikki hent í hesum førinum, og tí metir løgreglan ikki, at tað er hetta, sum talan er um.

Eingin veit, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen, men almenningurin veit sjálvandi heldur ikki, hvørjar upplýsingar norska løgreglan kann hava, sum tey higartil ikki hava almannakunngjørt fyri ikki at ávirka kanningararbeiðið.

Løgreglan hevur eisini víst á møguleikan, at talan kann vera um dráp, sum onkur roynir at krógva ella leggja lok á, og at tann ella tey, sum eru partur av hesi brotsgerð, royna at villleiða løgregluna. Soleiðis kann eisini hóttanarbrævið vera falskt. 

Herfyri segði norska løgreglan, at tey miðja eftir at loysa málið og gátuna um norsku ríkmanskonuna, áðrenn 2019 er lokið, men enn bíðar løgreglan eftir úrslitum av ymiskum kanningum. Í gjár kom so fram, at blóðspor av ríkmanskonuni eru funni í heiminum í Lørenskog.

Hjúnini, Anna-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.