Dreggið helt í neyðstøðu

Var átta metrar frá landi, tá tað eydnaðist at fáa dreggið fast

Rescue Ziska hjálpti bátinum aftur í havn

Rescue Ziska hjálpti bátinum aftur í havn

Tað var um reppið, at tað gekk galið hjá einum føroyskum pari, sum í gjár var úti eftir havhestaungum.

Tá tey vóru stødd nærhendis Kallin, steðgaði motorurin á bátinum og byrjaðu tey at reka móti landi. Tey gjørdu skjótt av og ringdu til Rescue Ziska, ið er bjargingarbáturin í Klaksvík, men tá støðan gjørdist hættislig, ringdu tey eisini til MRCC-støðina.

- Tá róku tey nokk so skjótt móti landi. Stutt aftaná eydnaðist tað kortini teimum at fáa dreggið fast í botn, men tá var báturin einans einar átta metrar frá landi, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.

Tað var um seks tíðina í gjárkvøldið, at MRCC-støðin fekk áheitanina um hjálp og longu tveir tímar seinni var Rescue Ziska á Klaksvík við bátinum.

Rescue Ziska hjálpti bátinum aftur í havn