Drepa nú grind í Hvalba

Grindin, varð trek at fáast við til síðst

Grindin, sum varð funnin uttan fyri fjarðarmunnan í Sandvík fyrr í kvøld, verður nú hildin til í Hvalba.

Tað gekk heilt væl at reka hana heilt inn ímóti sandinum í Hvalba. Men tá kom stígur í og hon vildi ikki rættiliga gera landgongd.

Men hon verður hildin til í løtuni. Enn er óvist, hvussu stór hon er, men hon er hampiliga stór, siga grindamenninir. Onkur metir, at hon er upp ímóti 300 hvalir.