Dreymur í Nuussuaq gerst veruleiki

Nú fáa tey sítt ynski uppfylt við einum nýggjum fiskavirki, sum ætlandi skal geva arbeiði til útróðrarmenn og fólk alt árið.

Hetta er nýggja fiskavirkið í Nuussuaq, sum skal taka ímóti útróðrarfiski alt árið. Mynd: Sermitsiaq

Hetta er nýggja fiskavirkið í Nuussuaq, sum skal taka ímóti útróðrarfiski alt árið. Mynd: Sermitsiaq

 

Tað verða skapt nýggj arbeiðspláss, og virkið fer at taka ímóti svartkalva alt árið, tá nýggja fiskavirkið í Nuussuaq í Grønlandi verður tikið í nýtslu um ein mánaða ella so. Nýggja virkið hevur eina frystigoymslu á 500 tons, og her kunnu tey virka eini 16 tons av fiski um samdøgrið.

Í bygdini vænta tey, at ein vakt við 15 fólkum kemur at arbeiða í vetrarmánaðunum, og í summarhálvuni fer at verða arbeitt við tveimum vaktum, soleiðis at eini 30 fólk tá kunnu arbeiða á virkinum.

- Eftir fleiri árum við móttøkutrulleikum á lítla og gamla virkinum í Nuussuaq, verður nýggja fiskavirkið tikið í brúk um ein mánaða, sigur Frederik Olsen, sum er stjóri í Arctic Fish Greenland, við Sermitsiaq.

Arctic Fish Greenland, sum eigur virkið Nuussuaq, er dóttirfelag hjá Royal Greenland, og hetta felag rekur eisini eitt fiskavirki í bygdini, Kullorsuaq.

Fiski-og veiðimannafelagið eins og kommunustýrið í Nuussuaq, har stívliga 180 fólk búgva, føla, at teirra ynski um eitt nýtt fiskavirki, sum kann taka ímóti fiski alt árið, nú endiliga gerst veruleiki.

At virkið kann taka ímóti fiski alt árið, fer eisini at gera, at familjurnar, sum liva av útróðri í bygdini, fara at fáa betri fíggjarliga umstøður. Vánaligu virkisumstøðurnar, sum hava verið í Nuussuaq, hava gjørt, at eingin fiskur hevur verið landaður í einar fýra mánaðir um árið.

Hetta er nýggja fiskavirkið í Nuussuaq, sum skal taka ímóti útróðrarfiski alt árið. Mynd: Sermitsiaq