Duda heldur fram sum forseti í Póllandi

Hann hevur tryggjað sær fimm ár aftrat

Andrzej Duda (Mynd: ALEKSANDRA SZMIGIEL © Scanpix)

Andrzej Duda (Mynd: ALEKSANDRA SZMIGIEL © Scanpix)

Forsetin í Póllandi, Andrzej Duda, heldur fram sum forseti í fimm ár aftrat. Tað er greitt, nú forsetaval hevur verið í Póllandi í gjár. 

99,97 prosent av atkvøðunum eru taldar upp, og sosialkonservativi Andrzej Duda frá flokkinum PiS sær út til at vinna við 51,2 prosentum av atkvøðunum.

Hitt valevni var Rafal Trzaskowski, liberali Warszawa-borgarstjórin, sum stendur til at fáa 48,8 prosent av atkvøðunum. So talan hevur verið um ein sera tættan valdyst teirra millum.

Har mangla enn nakrar heilt fáar atkvøður at blíva taldar, men hesar atkvøðurnar kunnu ikki broyta upp á úrslitið, hóast tað er tætt millum forsetavalevnini.

Andrzej Duda hevur í sínum valdysti serliga fokuserað upp á at verja siðbundin og konservativ virðir í Póllandi. Hann er blivin kritiseraður fyri eitt nú at kalla LGBT fyri eina oyðileggjandi ideologi, og hesa viðmerking valdi hann síðani at taka aftur.

Vallutøkan í ár liggur væntandi beint undir 70 prosent. Tað er tí sannlíkt, at vallutøkan í Póllandi verður hin hægsta síðan 1989.

Andrzej Duda (Mynd: ALEKSANDRA SZMIGIEL © Scanpix)