Dugir eisini at telva í politikki

Nývaldi borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft, er kendur úr fótbólti, og hann er royndur í talvi. Men, hann dugir eisini at telva í politikki.

 

Rógvi Egilstoft og konan, Íðunn Egilstoft, hava júst keypt hús á Eiði. Saman eiga tey eina dóttir.

Rógvi Egilstoft og konan, Íðunn Egilstoft, hava júst keypt hús á Eiði. Saman eiga tey eina dóttir.

 

- Viðhvørt gongur alt ótrúliga skjótt. Áðrenn vit vita, so er alt lívið broytt. Framtíðarætlanir, sum tú hevur hugsað, mugu hugsast av nýggjum og broytast. Viðhvørt fært tú møguleikar, tú antin noyðist at siga ja ella nei til. Spennandi avbjóðingar, sum kunnu koma at broyta lívið hjá tær.

Nakað soleiðis skrivar 27 ára gamli, Rógvi Egilstoft, nývaldur borgarstjóri í Eiðis kommunu, á sínari Facebook-síðu hin 15. november - ella nakrar dagar eftir kommunuvalið.

Og hann leggur nakað soleiðis aftrat:

- Ein slíkan møguleika fekk eg. Svarið skuldi gevast skjótt, tí tað var minni enn eitt samdøgur, til listarnir skuldu latast inn. Fyrsti tanki var, at hetta var ómøguligt. Hetta passaði als ikki inn í mínar - ella okkara - framtíðarætlanir.

Men, Rógvi Egilstoft læt seg stilla upp til kommunuval, og hann gjørdist toppskorari við 124 atkvøðum. Hetta leiddi hann í borgarstjórastarvið í Eiðis kommunu, sum nývalda bygdaráðið tekur við hin 1. januar 2021. Næstur honum og á sama lista var Tonny S. Kruse, sum verður varaborgarstjóri. Hann fekk 54 atkvøður.

Allir sjey bygdaráðslimirnir í Eiðis kommunu eru nývaldir. Fimm stillaðu ikki upp aftur og tey tvey, sum stillaðu upp aftur, fullu bæði á valinum hin 10. november. Soleiðis eru øll, sum koma av manna nýggja bygdaráðið í Eiðis kommunu eftir 1. januar 2021, nývald.

- Eg eri ógvuliga glaður fyri ta stóru álitisváttan, sum eg fekk, og eg eri nývaldu bygdaráðslimunum takksamur fyri, at tey valdu meg til borgarstjóra. Eg fari at gera alt fyri, at vit fáa eitt gott og virðiligt samstarv. Í Eiðis kommunu er gott at búgva, men vit fara at arbeiða fyri at gera tað enn betri.

Rógvi Egilstoft er útbúgvin lærari, og hann hevur starvast sum lærari við Eiðis skúla seinasta hálvt annað árið. Nú hann tekur við sum borgarstjóri, fer hann ikki at røkja bæði størvini, tí borgarstjórastarvið er fulltíðarstarv.

Foreldrini hjá nývalda borgarstjóranum í Eiðis kommunu eru Torkil Nielsen, sum allur føroyski fótbóltsheimurin hevur hoyrt um og Jana Egilstoft.

- Eg eri uppvaksin í Sandavági. Í ítróttarligum høpi hevur serliga fótbólturin fylt nógv, tí tað er fótbólturin, sum er farin avstað við tí mesta av frítíðini. Talv hevur altíð verið ein partur av okkara heimi í Sandavági, og í løtuni liggi eg nummar trý á ratinglistanum við Helga Dam Ziska ovast og beiggja mínum, Høgna Egilstoft Nielsen, á øðrum plássi.

Rógvi Egilstoft vísir á, at tað var fótbólturin, sum dró hann norður í Sundalagið, har hann í fleiri ár - árini 2013 til 2019 - spældi við EB/ Streymi, fyrst við Margáir og seinnu árini eisini á Eiði, har nýggjur vøllur og ítróttarhús eru bygd. Í kappingarárinum, sum nú er liðugt, hevur hann spælt við NSÍ.

Rógvi Egilstoft flutti norður til Eiðis at búgva í 2017, og hetta var áðrenn hann gjørdist trúlovaður við Íðunn Egilstoft, sum nú er kona hansara. Saman eiga tey eina dóttir. Tey hava búð inni hjá verforeldrunum á Eiði, men nú um dagarnar hava tey keypt sær sítt egna heim á Eiði.

- Eg havi ongantíð áður stillað upp til kommunuval, men eg varð uppstillaður á seinasta løgtingsvali, tá eg gjørdist annar varalimur hjá Fólkaflokkinum. Sum varalimur havi eg havt sæti á tingi í nøkrum umførum, og hetta hevur verið bæði spennandi og læruríkt, sigur hann. 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er ein størri samrøða við nývalda borgarstjóran í Eiðis kommunu.

##med2##

Rógvi Egilstoft og konan, Íðunn Egilstoft, hava júst keypt hús á Eiði. Saman eiga tey eina dóttir.

- Jógvan í Skorini, ið nú gevst sum borgarstjóri, hevur verið ein fongur fyri kommununa, sigur Rógvi Egilstoft.