Dumpikarakterur yvir alla linjuna

Hoyr bersøgnu frágreiðingina hjá Hilmar Jan Hansen um støðuna á Krambatanga í gjár

Mynd: Privat mynd

Mynd: Privat mynd

- Støðan var milt sagt kaotisk. Tað hevur verið yvirskriftin allastaðni man hevur hugt á netinum. Tað er eisini tað, ið tað var. Kaos ikki minst tí Strandferðslan fullkomiliga ignoreraði støðuna, tá tað snýr seg um kunning.

Soleiðis greiðir Hilmar Jan Hansen frá løtuni, tá Prince, ið avloysir Smyril á Suðuroyarleiðini, í gjár legði frá bryggju og setti kós móti Havnini, meðan umleið 100 ferðafólk stóðu eftir á landi, tí pláss ikki var umborð á skipinum.

Hilmar Jan Hansen var gestur í tíðindasendingini hjá FM1 á døgurða, har hann greiddi frá hendingini.

Sjálvur var hann staddur í oynni um vikuskiftið og skuldi norð aftur í gjárkvøldið. Aftaná at hava hugt eftir TB og NSÍ við Stórá koyrdi hann á Krambatanga, har hann bíðaði eftir at sleppa umborð við bilinum.

- Eg siti í mínum bili og slappi av og hyggi eftir hvat hendir. Brádliga nú gevast bilar at koyra umborð. Ná ok, so er tað kanska tí tey bíða eftir at ein treylari skal inn ella okkurt sovorðið. Men so hendir einki meira. So síggi eg, at fólk savnast yvir við rampuna og so fari eg eisini yvir. Eingin kunnar ella fortelur nakað sum helst, greiðir hann frá løtuni, tá manningin steðgaði fleiri at koma umborð.


##med3##
Prince sigldi fyrsta túrin fyri Smyril leygardagin

Skjótt gjørdist greitt hvat var á vási og at skipið fór avstað uttan mannamúgvuna, ið bíðaði á landi. Sjálvt um tað er ein keðilig støða, so fýlist Hilmar Jan Hansen serliga at, at ferðafólkini fingu onga kunning um hvat var á vási.

- Tú fær einki at vita. Heilt ótrúligt at Strandferðslan ikki kann kunna um hvat hendir. Dumpikarakterur yvir alla linjuna. Hatta er so fúl skomm. Øll tosa um ferðavinnuna og vit skulu vera blíð við gestirnar og so framvegis. Ja, góðan morgun, vit klára ikki ein gongd at kunna okkara egnu fólk um tað. Tað ber ikki til at arbeiða upp á hendan máta í 2019, sigur Hilmar Jan Hansen.

Til ber at hoyra alla samrøðuna við Hilmar Jan Hansen við at trýsta á pílin undir myndina. 

Mynd: Privat mynd