Dupultkonsert í Spaniastovu

Føroyska Rebekka og Sóley úr Íslandi standa á odda á PULS-konsertini í Spaniastovu leygarkvøldi 21.sept. Dyrnar lata upp kl 20:30.

Puls er eitt netverk av norðurlendskum spælistøðum og festivalum. Miðað verður eftir at røkka fleiri við dygdargóðum tónleiki.

We at Sea er tónlistaverkætlan hjá føroyskt/donsku Rebekku Søndergaard Mortensen.
Sóley Stéfansdóttir úr Hafnafyrði hevur við sínum myrku, ævintýrakendu sangum seinastu árini ment ein alstóran fylgjaraskara.

 

 

 

Eftir at hava verið við í vælumtókta bólkinum Seabear í fleiri ár, fór Sóley í 2010 undir at menna sína solo karrieru og gav út sína

fyrsti EP, sum var ein forsmakkur uppá hugfloygdu, alt-pop ljóðandi fløguna "We sink", sum kom í 2011.
Síðan tá hevur Sóley latið fleiri útgávur úr hondum umframt at hon hevur skrivað nógvan tónleik til bæði sjónleik og film.

Sóley skrivar í løtuni tónleik til nýggja útgávu og á hesari konsertini sleppa vit at vera millum fyrstu áhoyrarar at hoyra
hendan tónleikin.

Tit kunnu vænta tykkum eina myrka, óveruliga og eksperimenterandi ferð inn í hugaheimin hjá hesum gátuføra íslendingi.



We at Sea er tónlistaverkætlan hjá føroyskt/donsku Rebekku Søndergaard Mortensen. Tónleikurin er sorgblíður við vøkrum og

inniligum søgum. Stóra, kensluborna og nærverandi rødd hennara fær friðin at leggja seg í einari einklari og vakrari ljóðmynd.
We at sea fær íblástur frá øðrum norðurlendskum kvinnuligum sangarum og sanskrivarum sum Oh Land, Feist, Ane Brun og Eivør,
og hetta hoyrist væl aftur í teirra í teirra droymandi og hugvekjandi úttrykki.


We at Sea er beint nú aktuelt við tveimum singlum, sum javnan eru at hoyra í bæði føroyskum og donskum útvarpi. Á aðrari, Disappear, er Marius Ziska gestasangari.