Dýrari hjá vágafólki at ferðast til Havnar enn hjá suðuroyingum

Jørgen Niclasen fer at endurskoða bummgjaldið í undirsjóvartunlunum

Nú skal bummgjaldið endurskoðast

Nú skal bummgjaldið endurskoðast

Tað er dýrari hjá eini familju í Vágum at fara til Havnar við almennu samferðsluni, enn tað er hjá einari familju í Suðuroy.

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um ferðaseðlarprísir og um ætlanin er at avtaka bummgjaldið í undirsjóvartunlunum.

Fer ein familja upp á fimm fólk, við tveimum vaksnum og trimum børnum, við Smyrli til Havnar, kostar tað 280 krónur við ongum bili, og 425 krónur við bili.

Skal ein sama slag familja úr Vágum til Havnar við Bygdaleiðum, kostar tað 630 krónur.

Jørgen Niclasen leggur kortini afturat, at her er talan um vanligar ferðaseðlaprísir, men tað eru eisini ymsir avsláttir á ferðaseðlum.

Jørgen Niclasen endurtekur, at almenna fatanin hevur verið, at tá ið lánini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vórðu goldin, skuldi gjaldið fyri at koyra ígjøgnum teir, strikast, soleiðis at tað ikki skal vera øðrvísi at koyra ígjøgnum hesar báðar tunlar, sum tilsamans eru 11 kilometrar langir, enn tað er at koyra ígjøgnum aðrar tunlar, og allar hinar næstan 500 kilometrarnar av landsvegi.

– Hóast lánini hjá báðum tunlum eru goldin, verður tó framvegis kravt gjald fyri at koyra ígøgnum hesar, og er ætlanin tí at hyggja aftur eftir hesum, sigur Jørgen Niclasen. 

Nú skal bummgjaldið endurskoðast