Dýrasti bygningur í Føroyum verður nú bygdir í Hoyvík

Onkur býráðslimur heldur, at tað er burtur úr vón og viti, men aðrir skilja prísin

Soleiðis var ætlanin at eldradepilin skuldi taka seg út, men smávegis broytingar eru gjørdar fyri at ganga ynskjum frá grannunum á møti. Eitt nú er eitt búrúm í einum horni, tikið burtur

Soleiðis var ætlanin at eldradepilin skuldi taka seg út, men smávegis broytingar eru gjørdar fyri at ganga ynskjum frá grannunum á møti. Eitt nú er eitt búrúm í einum horni, tikið burtur

– Hetta er heilt burtur úr vón og viti.

Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn.

Hann vísir á, at tá ið Tórshavnar Býráð nú fer at byggja ein eldradepil í Hoyvík, verður hetta dýrasta byggiverkætlan í Føroya søgu - í hvussu so er upp á seg, tí tað kostar heilar 40.000 krónur fermeturin.

Hann heldur, at tað er óhoyrt at fara undir eina slíka ætlan. Hann sigur, at prísurin hevur ikki so nógv við tað at gera, at tað eru góðar tíðir, og at tað, sum heild, er dýrt at býggja nú.

Hetta er tí, at tað er kommunan, sum byggir, og so verður smurt uppá heldur hann.

Og hann heldur, at tað eigur kommunan ikki at góðtaka.

Aðrir býráðslimir eru ikki samdir.  

Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá Tórshavnar býráð, siur, at tey vistu, at tað fór at verða dýrt, tí tað slepst ikki undan, at í tíðum sum hesum, tá ið tað er full ferð á, er alt nógv dýrari.

Men hon vísir eisini á, at talan er um eina rættiliga serstaka verkætlan, tí talan er um ein eldradepil við nógvum hentleikum til endurvenjing, terapi, viðgerarhølum, og stórum ídnaðarkøki.

Eisini Annika Olsen, borgarstjóri, vísir á, at talan er um eina serstaka verkætlan, sum er nýtt í Føroyum.

Tað verða 27 búrúm í nýggja deplinum, men har verður eisini umlættingarpláss og umstøður til endurvenjing, so tað verður eitt stórt tal á fólki, sum fer at gera brúk av honum.

Hon sigur, at depilin kostar næstan 80 milliónir, og tann nágreiniligi prísurin er 38.000 krónur fermeturin.

Og á býráðsfundinum hósdagin varð samtykt at fara undir depilin. Meirilutin atkvøddi fyri, men tað gjørdi minnilutin ikki. Og tað var ikki bara tí, at tað er so dýrt, tað er eisini tíð, at tey halda ikki, at hetta er rætta staðið at byggja hann á.

Hann skal byggjast fyri endan á Rólantsgøtu, og tað eru grannarnir ikki fegnir um.

Minnilutin í býráðnum heldur, at depilin eigur heldur at verða bygdur við Stórubrekku saman við barnagarðinum, ið ætlanin er at staðseta har. 

Soleiðis var ætlanin at eldradepilin skuldi taka seg út, men smávegis broytingar eru gjørdar fyri at ganga ynskjum frá grannunum á møti. Eitt nú er eitt búrúm í einum horni, tikið burtur