e-Nám sangleikabreytin framførir “Mamma Mia”

Í gjár var fyrsta sýning av sangleikinum Mamma Mia, sum e-Nám sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla sýnir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

 

Mynd: Mentanarhúsið í Fuglafirði

Mynd: Mentanarhúsið í Fuglafirði

Korona mundi forkomið framførsluni av sangleikinum hjá e-Námi ella 10. flokki, men nú heilt við endan av skúlaárinum er tað eydnast at framføra sangleikin – tó við avmarkaðum tali av áskoðarum. Fyrsta sýning var í gjár, og sýningar vera eina viku fram.

Henda útgávan av heimskenda leikinum er tillagað soleiðis, at hann kann sigast at vera fyri øll, hóast talan upprunaliga er um ungdómsleik. Leikurin er annars bygdur á heimskenda filmin frá 2008.

MAMMA MIA hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava, skrivar Fuglafjarðar skúli á heimasíðuni. Hann hevur góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum.

Heimskendi bólkurin, ABBA, eigur sangirnar, og tað munnu vera mong, ið kennast við nógvar at teimum.

##med2##

Tað eru lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, ið hava sangleikin undir hond.

– Lat meg bara siga tað beinanvegin, at Marjun og Bárður hava gjørt tað aftur. Ótrúligt hvat hasi fólkini kunnu fáa upp at standa – og so upp á so stutta tíð, skrivar Eyðun á Lakjuni í ummæli, eftir at hann sá leikin í gjár.

Tey, sum eru á e-Nám sangleikabreytini eru 10 floks næmingar úr samstarvinum millum Fuglafjarðar skúla, Skúlan við Streymin og Stranda skúla.

– Eg var undirhildin frá fyrsta tóna og allan samlan vegin til seinasta tóna, tveir tímar seinni. Sangurin og tónleikurin er ógvuliga berandi í leikinum, og eg má siga, at hetta megnaðu tey framúr væl, skrivar Eyðun á Lakjuni.

##med3##

Og hann heldur fram:

– Eg fari ikki at siga so nógv um tað tónleikaliga, men eg má nevna hesar báðar gøtugenturnar, ið høvdu høvuðsleiklutirnar Karin og Bergljót. Tær megnaðu sínar rollur ómetaliga væl, og teirra vakri og reini sangur fekk líkasum mítt gamla abbahjarta at smelta. Flott, flott. Eg fari eisini at nevna tónleikin. Hetta er faktiskt ikki tað lættasta at spæla – tað er jú poppur á ómetaliga høgum støði, og harafturat eru øll løgini kend. Tað ger tað ikki lættari, men teir spældu sera væl, rytmiskt og fast, skrivar hann.

##med4##

– Eg undrist ár aftaná ár aftaná ár, at hetta skal bera til, at tit skulu fáa so gott úrslit burturúr púra vanligum 10. floks næmingum – eingin er jú útvaldur og øll kunnu vera við – so, til lukku einaferð enn Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, skrivar Eyðun á Lakjuni.

 

 

 

Mynd: Mentanarhúsið í Fuglafirði

Mynd: Mentanarhúsið í Fuglafirði

Mynd: Mentanarhúsið í Fuglafirði

Mynd: Mentanarhúsið í Fuglafirði