Edith Mørkøre í Ribarhúsi

Hósdagin 17. oktober letur Edith Mørkøre upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.

 

 

Plantur, trø og vøkstur hava altíð givið listakvinnuni íblástur og tað sæst afturvendandi í flestu av verkum á framsýningini.

 

 

Edith sigur soleiðis: “Umframt at vera hugtikin av plantum, trøðum og vøksturi í sær sjálvum so eri eg upptikin av speglingini millum ”fólk, lívið og støðum ein er í” og so ”plantum, trøðum og trivnaðinum vøksturin er í”.

 

 

Ferniseringin er hósdagin 17. oktober millum kl.16.00 og 19.00. har bjóða verður gott til góman. Øll vitjandi hava møguleika at fáa eina plantu heim við sær, sum listakvinnan hevur plantað í umhvørvisvinarligar, brúktar kaffikoppar.

 

 

Fríggjadagin 18.oktober millum kl.13.00 og 19.00 verður Edith eisini til staðar. Síðani er framsýningin opin sum vænt í Ribarhúsi. Leygardag frá kl.11.00 til 14.00 og mána- til fríggjadag frá kl.15.00 til 17.30 fram til 5. novenber.