Edmund Joensen fingið sæti í Uttanríkispolitisku nevndini

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen á valkvøldinum. Mynd: Álvur Haraldsen

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen á valkvøldinum. Mynd: Álvur Haraldsen

Nývaldi føroyski fólkatingsmaðurin Edmund Joensen hevur fingið sæti í Uttanríkispolitisku nevndini hjá Fólkatinginum. Tað boðar hann frá í tíðindaskrivi sent miðlunum.

Á heimasíðuni hjá Fólkatinginum sæst, at nevndin er ein av teimum fáu, ið alment er mannað aftaná valið og talan er um nakrar av fremstu politikarunum í Danmark, ið manna nevndina.

Harímillum kunnu nevnast Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra, Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa Fólkaflokkinum, Morten Østergaard, formaður í Radikala Vinstra og Pia Olsen Dyhr, forkvinna í Sosialistiska Fólkaflokkinum.

Hin føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, er at finna á listanum yvir varalimirnar í nevndini.

Sambært tíðindaskrivinum sent føroyskum fjølmiðlum metir Edmund Joensen tað vera umráðandi, at Føroyar umvegis fólkatingssessin er umboðað í hesi nevnd, har uttanríkis- og trygdarpolitikkurin hjá øllum rískisfelagsskapinum verður umrøddur. Danska stjórnin hevur sambært Grundlógini skyldu til at ráðføra seg við nevndina, tá størri uttanríkispolitiskar avgerðir verða tiknar.

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen á valkvøldinum. Mynd: Álvur Haraldsen