Edmund Joensen formaður í Føroyanevndini

Føroyska fólkatingsumboðið, Edmund Joensen, gerst formaður í Føroyanevndini og næstformaður í Arktisku delegatiónini, umframt at hann hevur fingið aðrar álitissessir

Um vikuskiftið hevur danski Vinstra flokkurin hildið summarfund, har allir nevndarsessir skuldu avgerast og mannast.

Sambandsflokkurin hevur samstarvsavtalu við Vinstra, tískil var Edmund tilstaðar á summarfundinum, har sessirnir vóru mannaðir. Á fundinum var avgjørt, at Edmund Joensen gerst formaður í Føroyranevndini og næstformaður í Arktisku delegatiónini. Eisini var avgjørt, at hann gerst limur í Norðurlandaráðnum, sum hevur við sær, at Føroyar nú fær eitt eyka umboð í Norðurlandaráðnum, umframt teir tveir sessirnir, Løgtingið mannar.

Umframt hetta verður Edmund limur í Grønlandsnevndini, og Udenrigspolitisk Nævn, sum var avgjørt fyri tíð síðani.