Mentanardagar í Fuglafirði

Í 2012 tók kommunan avgerð um at royna at skipa soleiðis fyri, at nógv verður gjørt burtur úr mentanardøgunum tey árini, tá kappróðurin á varmakeldustevnuni ikki telur við í FM. Soleiðis verður miðjað fram ímóti at minst eitt stórt tiltak er í býnum á hvørjum ári.

Í 2012 tók kommunan avgerð um at royna at skipa soleiðis fyri, at nógv verður gjørt burtur úr mentanardøgunum tey árini, tá kappróðurin á varmakeldustevnuni ikki telur við í FM. Soleiðis verður miðjað fram ímóti at minst eitt stórt tiltak er í býnum á hvørjum ári.

Hergeir Eldevig, samskipari, sigur, at fyrireikingarnar í ár hava gingið væl.

- Jú, tað hevur gingið heilt hampiligt. Tað eru altíð avbjóðingar, tá tú arbeiðir við so nógvum bóltum í luftini samstundis, men tað er eisini hetta, sum ger tað spennandi at arbeiða við slíkum.

Samskiparin vísir á, at tað, sum hevur hjálpt serstakliga væl, er, at Fuglafjarðar kommuna hevur lagt daganar í eina fasta legu, eitt nú við tíðarskeiði og fígging.

- Hetta gjørdi, at eg kundi byrja at arbeiða við mentanardøgunum longu seint í 2013. Um eg kann loyva mær at siga nakað serstakt um skránna, er tað, at flest øll tiltøk aftur í ár eru ókeypis.

Hergeir Eldevig sigur, at skráin fyri mentanardagarnar í Fuglafirði verður endaliga klár í morgin, men longu nú kann hyggjast í hana.

- Jú, eg haldi, at hetta er ein fjølbroytt og spennandi skrá. Bæði størri og smærri tiltøk eru næstan hvønn dag í vikuni - og serstakliga fram móti vikuskiftinum verður nógvur aktivitetur í Fuglafirði. 

Úr skránni kann eitt nú nevnast, at stórt Comedy Zoo tiltak verður mikukvøldið klokkan 19.

- Uttan at avdúka ov nógv úr skránni í løtuni, sær leygardagurin í næstu viku bæði spennandi og forvitnisligur út. Skráin fyri leygardagin endar nevniliga við eini ókeypis konsert við Gretu Svabo Bech, BYRTA og LittleFish.