Effektivt móti álvarsomum sjúkum

Í Ísrael hava tey koppingarpass, sum gevur fólki atgongd til eitt nú venjingarhøli, konsertir og svimjihallir.

 

 

- Pfizer-koppingarevnið er 98 prosent effektivt móti álvarsomum sjúkum, siga tey í Ísrael.

- Pfizer-koppingarevnið er 98 prosent effektivt móti álvarsomum sjúkum, siga tey í Ísrael.

 

Ísrael verður hildið at vera tað land í heiminum, sum higartil hevur koppsett flestu av sínum borgarum, tá fólk í hersettu økjunum ikki eru íroknað. Landið hevur annars verið rættiliga hart rakt av koronu-farsóttini. 

Sambært heilsumyndugleikunum í Ísrael minkar vandin fyri at gerast sjúkur við koronu heili 95,8 prosent eftir seinnu koppseting við Pfizer/BioNTech-koppingarevninum.

Tað skrivar Sky News.

Sambært heilsumyndugleikunum í landinum, sum Sky News endurgevur, gevur koppingarevnið eisini 98 prosent trygga verju móti trupulleikum í andarásini og fepuri, og 98,9 prosent tryggleika móti innleggingum og deyðsføllum.

Kanningar, sum eru gjørdar í Ísrael, vísa, at eftir fyrru koppseting er verjan 85 prosent móti covid-19, og Sky News vísir á, at upplýsingarnir byggja umleið 1,7 miljónir koppsetingar, har fólk hava fingið tveir skamtir.

Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, væntar, at 95 prosent av íbúgvunum, sum eru 50 ár og eldri, eru koppsett, tá næstu tvær vikurnar eru lagdar afturum.

Í dag fella nakrar av avmarkingunum, sum hava verið í Ísrael, burtur, har eitt nú nakrir skúlar lata upp aftur, og flestu handlar eisini fara at hava opið aftur.

Í Ísrael hava tey eisini koppingarpass, sum gevur fólki atgongd til eitt nú venjingarhøli, konsertir og svimjihallir. - Tey, sum ikki hava fingið koppseting, fáa ikki atgongd, leggur Sky News aftrat.

- Pfizer-koppingarevnið er 98 prosent effektivt móti álvarsomum sjúkum, siga tey í Ísrael.