Effo og SEV samstarva um løðistøðir

Effo og SEV hava gjørt avtalu um at seta upp tvær 150 kW DC løðistøðir á Effo støðunum í ávikavist Skálabotni og Kollfjarðardali.

 

 

– Vit hava gjørt av at seta 150kW DC løðistøðirnar upp á tveimum knútapunktum í meginøkinum og eru fegin um at kunna samstarva við Effo um hetta.

Tað sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, í tíðindaskrivi í dag.

Nýggju 150kW DC løðistøðirnar, sum avtalan millum Effo og SEV umfatar, og sum verða settar upp í vár, løða meira enn tríggjar ferðir so skjótt sum verandi 50kW DC skjótløðistøðir. Talið av elbilum í Føroyum økist, og fleiri av nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Hetta merkir, at við nýggju løðistøðunum verður tíðin at løða hesar bilar stytt munandi. 

– Høvuðsendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyska samfelagið. Tí er tað natúrligt fyri okkum eisini at veita orku til elbilar, og vit fegnast um samstarvið við SEV um hetta, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo sambært tíðindaskrivinum.