Eftir prísfall hækkar laksaprísurin aftur

Í løtuni er laksaprísurin, sum norskir alarar og útflytarar fáa, hægri, enn hann hevur verið seinastu vikurnar.

 

 

iLaks veit at siga, at eftir prísfall í fimm samanhangandi vikur, eru prísirnir á laksi nú aftur á veg uppeftir. Heimasíðan skrivar, at prísvøksturin liggur um fýra norskar krónur fyri kilo. - Góð ferð er á laksaprísinum. Hækkingin liggur um fýra krónur fyri kilo, sigur ein laksaalari við iLaks.

Laksaútflytari sigur eisini, at prísurin er á veg upp eftir, men útflytarin leggur aftrat, at enn er ov tíðliga at siga, hvør gongdin verður. Enn ein útflytari sigur, at hann hesa vikuna betalti 38-39 norskar krónur fyri laks á 3-4 kilo, 40-41 krónur fyri 4-5 kilo og 43 krónur fyri laks á 5-6 kilo.

Lagt verður aftrat, at alarar vilja hava enn hægri prísir, helst einar 5-6 norskar krónur meira fyri kilo. Tøl, sum iLaks hevur útvegað sær í vinnuni, siga, at laksaprísirnir til alararnar í næstu viku, verða á leið hesir - í norskum krónum:

3-4 kg. (43-44 krónur)

4-5 kg. (45-46 krónur)

5-6 kg. (47-48 krónur)