Eftirlit við øllum ferðafólkum úr øðrum londum

- Um ferðafólk fáa hesa kunning fyri fráferð, velja tey kanska heldur at vera verandi, har tey eru, sigur kommunuyvirlæknin í Tromsø.

 

Kommunan í Tromsø hevur nú sett í verk eftirlit við øllum ferðafólkum úr øðrum londum, sum lenda í Tromsø Lufthavn. Tað veit heimasíðan www.nordlys.no at siga.

Ferðafólk, sum koma úr vandaøkjum og lenda í floghavnini í Tromsø, noyðast í sóttarhald í tvær vikur. Her er eingin vegur uttan um.

- Vit ynskja, at flogfeløgini lata hesi boð víðari til flogmanning og ferðafólk, áðrenn tey fara avstað úr tí landi, tey eru í.

Kommunuyvirlæknin, Kathrine Kristoffersen, sigur við Nordlys, at um ferðafólk fáa hesa kunning fyri fráferð, velja tey kanska heldur at vera verandi, har tey eru.

Hon heldur fyri, at tað kann jú hugsast, at tey ferðandi vilja hava nakrar frídagar aftrat í landinum, tey eru í - heldur enn at sita í sóttarhaldi í Noregi.

Samlaða talið av corona-smittaðum í Noregi er í løtuni 629. Harðast rakt av fylkjunum er Viken við 160 smittaðum og Oslo við 141 smittaðum.