Eftirmeta virðislønir innan mentanarøkið

Í samgonguskjalinum stendur, at mentanarvirðislønirnar í Føroyum skulu eftirmetast. Tað arbeiðið er farið í gongd, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum

Í oktober mánaði í fjør var arbeiðið at endurmeta virðislønirnar innan mentanarøkið farið í gongd. Arbeiðið hevur víst seg at vera drúgvari enn væntað, og tað fer tí at taka eina løtu at koma á mál við eftirmetingini, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Talan er ikki bert um starvslønirnar, listafólkalønirnar og íverksetanarstuðulin, ið Mentanargrunnur landsins lutar út, men allar virðislønirnar innan mentanarøkið, herundir eisini mentanarvirðisløn landsins.

– Hetta er øgiliga fløkt, og tað var eisini tað, sum eg hevði varhugan av. Tí setti eg hetta í gongd. Av tí sama tekur hetta eisini langa tíð, og tað treingir til at verða ruddað upp í tí, men tað fer at taka eina løtu aftrat, sigur Jenis av Rana.

Tað eru embætisfólk í mentamálaráðnum, sum saman við landsstýrismanninum eftirmeta virðislønirnar.