Eg ætli at halda lyftið um at loysa bústaðarneyðina

 – Men enn havi eg ikki uppskriftina, sigur løgmaður

– Eg havi ikki uppskriftina upp á, hvussu bústaðarneyðin kann verða loyst. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Men hann sigur, at hann hevur lovað, at samgongan skal loysa hendan trupulleikan – og tað er eitt lyfti hann ætlar at halda.

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt Løgmann um hann tekur undir við hjá uppskotinum hjá Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi  um at geva Bústøðum heimild til at taka 250 milliónir í láni til at byggja eina 200 leigu-íbúðir fyri.

Aksel V. Johannesen minti á, at tá ið sama mál varð lagt fyri Løgtingið í vár, boðaði Bárður á Steig Nielsen, og aðrir tinglimir í táverandi andstøðu, frá, at hetta er eitt uppskot, tey tóku undir við.

Tá var Bárður á Steg Nielsen í andstøðu, men uppskotið fall burtur tí at tað eydnaðist ikki at avgreiða tað, áðrenn løgtingsvalið.

Men nú er uppskotið lagt fram aftur og í Løgtinginum í gjár vildi Aksel V. Johannesen hava at vita um Bárður á Steig Nielsen framvegis tekur undir við ætlanini, nú hann hevur skipað samgongu, og er vorðin løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er nógv hent síðani í apríl tá ið uppskotið varð lagt fram.

Undanfarna samgonga var ikki arbeiðsfør tað síðstu tíðina upp undir valið. Og  og nú tey eru komin í andstøðu, kunnu ikki vænta at tey fáa Løgtingið at samtykkja øll uppskotini, tey ikki fingu samtykt ímeðan tey sótu við valdi, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at hendan samgonga hevur sett sær fyri at loysa bústaðarneyðina sum heild, soleiðis at tað kunnu útvegast bústaðir um alt landið.

Men hann vísir samstundis á, at enn hevur hann ikki uppskriftina upp á, hvussu trupulleikin skal loysast.

Hann vísir kortini á, at fyri løgtingsvalið hevði Miðflokkurin eitt uppskot um ein serligan bústaðarbanka, og nú hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva Bústøðum eina serliga heimild til at læna til bústaðir – men bara á bygd.

– Hetta kundi verið ein loysn, men eg veit ikki, hvat úrslitið verður, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Men hann sigur, at hann hevur lovað, at bústaðarneyðin skal loysast, og tað lyftið eigur hann at halda.

Bárður á Steig Nielsen heldur kortini ikki, at loysnin er at tað almenna skal byggja bústaðir fyri fólk. Fyri hann hevur tað týdning, at intitiativið hjá hvørjum einstøkum føroyingi at seta føtur undir egið borð, ikki verður tikið frá fólki.

Men hann sigur, at samgongan er í løtuni í ferð við at orða ein bústaðarpolitikk, og hann verður liðugur í næstum.