- Eg bíði helst til nøkur eru koppsett

Hon vil verja seg sjálva og foreldrini móti covid-19. - Foreldur míni eru gomul, og teimum vil eg ansa væl eftir, sigur Marna S. Knudsen.

 

 

 

- Eg vænti ikki, eg gerist hin fyrsta, sum fær koppsetingina, sigur Marna S. Knudsen.

- Eg vænti ikki, eg gerist hin fyrsta, sum fær koppsetingina, sigur Marna S. Knudsen.

 

In.fo hevur spurt nøkur fólk, um tey fara at lata seg koppseta móti koronu, tá koppingarevnið kemur. Spurningurin, vit hava sett, er hesin: Fert tú at lata teg koppseta móti covid-19, tá koppingarevnið kemur? Um ja - hví? Um nei - hví?

Marna S. Knudsen, 51 ár:

- Ja, eg fari at lata meg koppseta, tí eg vil verja meg móti covid-19. Men, eg vænti kortini ikki, at eg gerist hin fyrsta, sum fær koppsetingina. Eg bíði helst, til nøkur eru koppsett. Hugsi ikki nógv um hjáárin. Foreldur míni eru gomul, og teimum vil eg ansa væl eftir.

##med2##

Olaf á Stongunum, 68 ár:

- Ja, eg hevði latið meg koppseta, tí eg hoyri upp í tann bólkin, sum er oman fyri 60.

Jákup Mortensen, 79 ár:

- Ja, eg vil koppsetast, bæði vegna mína heilsustøðu og aldurin, sum er 79. Eg fái kemo við hjáárinum, sum eg havi taklað væl, tí eg visti, hvat tað var. Sama hevði verið við koppsetingini móti covid-19, sigur Jákup Mortensen.

##med3##

Lesið VikuskiftisSosialin, sum kom fríggjadagin, har fleiri fólk - bæði yngri og eldri, kend og minni kend - svara spurninginum.

 

 

- Eg vænti ikki, eg gerist hin fyrsta, sum fær koppsetingina, sigur Marna S. Knudsen.