– Eg bleiv næstan steinað fyri at vera tvørkynd

– Eg var von við, at fólk fornermaðu meg, kastaðu ting eftir mær og hóttu meg, sigur Cecilia Jacobsen, sum er tvørkynd

 Í nógv ár tordi eg ikki at ganga einsamøll úti um næturnar, tí eg var so bangin fyri at blíva álopin. Eg var so ofta blivin hótt við tí, og ofta var tað tætt við. 

Hetta sigur Cecilia Jacobsen í nýggjum videobroti, har hon fortelur um, hvussu tað hevur verið at verið veksa upp sum tann fyrsti tvørkyndi føroyingurin, sum er opin um sín seksualitet.

Hon greiðir frá, hvussu hon sum barn var eitt happioffur, og hvussu hon hevur følt seg hataða við ágangi frá øðrum fólki. Sálarligi ágangurin kom frá bæði børnum, tannáringum, ungum, vaksnum og eldri fólki, sigur hon.

– Tí var eg von við, at fólk fornermaðu meg, kastaðu ting eftir mær og hóttu meg, sigur Cecilia, sum illa nokk kundi fara frá húsum uttan at merkja okkurt slag av ágangi.

Einaferð var hon um at blíva steinað. Hetta var til ein dans eitt kvøldið, og hon byrjaði tíðliga at leggja merki til, at nakrir dreingir í dansinum blivu generaðir av, at hon var til staðar. Tí fór hon avstað saman við einari vinkonu.  

– Knappliga vóru vit umgird. Í minsta lagi seks dreingir vóru har, og teir høvdu stórar steinar í hondunum. Teir byrjaðu at rópa at mær, sigur Cecilia, sum minnist, at teir byrjaðu at fornerma seg.

Tá Cecilia spurdi, hví teir gjørdu hetta móti henni, so søgdu teir, at teir fóru at binda hana í eitt træ og steina hana.

– Eg sá, at teir meintu tað. Eg kundi einki gera, sigur Cecilia.

Lukkutíð varð hon bjargað í síðstu løtu. Hoyr Ceciliu Jacobsen greiða frá hendingini her:

##med2##

STONED for being TRANSGENDER in the Faroe Islands | Ceecee