Eg føli meg jagstraðan burtur úr Vágsbotni

– Tey fínu fólkini, sum ganga í Vágsbotn, tola ikki luktin av røstum fiski, sigur ein bersøgin Mortan Johannesen

Mortan Johannesen smoyggir ein plastposa yvir følaran, sum fær pullartin at koma upp úr vegnum - og tað hevur hann nú fingið bót fyri. Myndina eigur Mortan sjálvur

Mortan Johannesen smoyggir ein plastposa yvir følaran, sum fær pullartin at koma upp úr vegnum - og tað hevur hann nú fingið bót fyri. Myndina eigur Mortan sjálvur

– Eg føli tað sum um at endamálið er at kroysta meg burtur.

Tað sigur Mortan Johannesen í Havn.

Hvørt mansbarn í Havn, og hvørt einasta ferðafólk í Havn, kenna Mortan Johannesen, har hann dag um dag stendur á sølutorginum í Vágsbotni og selur fisk, turra grind, og annað gott.

Men hann sigur, at hann hevur eitt øgiligt stríð av býráðnum, sum hevur sett sjálvvirkandi pullartar upp tvørtur um gongugbreytina fyri at forða fyri, at bilar koyra út eftir bryggjuni Undir Bryggjubakka.

Talan er um pullartar, sum kunnu fellast niður í vegin, tá ið tað er neyðugt hjá bilum at koyra út á bryggjuna í sambandi vøruflutning.

Men pullartarnir standa framman fyri sølutorgið, so sostatt sleppa fólk ikki til sølutorgið í bili. Men tað eru heldur eingi parkeringspláss nær í námind.

– Tey, sum koma í bili og ætla at fáa sær ein góðan bita, mugu næstan niðan í Gundadal at parkera, tí tað er at kalla ómøguligt at fáa parkeringspláss niðri í býnum um dagarnar, sigur Mortan Johannesen fyri at skera tað út í papp.

Og hann sigur, at avleiðingin er, at sølan á sølutorginum minkar niður í púra einki.

Hann sigur, at hann hevur roynt at smoyggja plastposa yvir følararnar til pullartarnar, soleiðis at teir ikki koma upp úr vegnum um morgnarnar.

Men í gjár var løgreglan eftir honum, og gav honum bót, tí tað hevði hann ikki loyvi til.

 

Les eisini: Fær bót fyri at lata bilar sleppa at koyra

 

– Eg føli tað sum um, at endamálið hjá býráðnum er at kroysta okkum, sum brúka sølutorgið, burtur úr Vágsbotni, sigur Mortan Johannesen.

Hann sigur, at sølutorgið í Vágsbotni er 150 ára gamalt. Hjá honum sjálvum er skaðin avmarkaður, tí hann er so gamal, men hann heldur tað vera stórt spell at býráðið tvingar sølutorgið at halda uppat, bara »tí at tey fínu fólkini, sum ganga í allar matstovurnar í Vágsbotnil ikki tola luktin av røstum fiski«, sum hann, bersøgin, tekur til.

Hann vísir á, at sølutorgið hevur eisini stóran sosialan týdning, tí tað er ein hópur av fólki, sum savnast rundan um tað at práta, og sjálvur tosar hann hvønn dag við eitt ótal av útlendskum ferðafólkum.

– Tað er neyvan tað sjónvarp í øllum Evropa, eg ikki havi verið í, sigur sølumaðurin í Vágsbotni.

Mortan Johannesen heldur, at nú má býráðið boðað frá, hvat ætlanin er.

– Er ætlanin, at sølutorgið skal latast aftur, eiga tey í býráðnum at boða greitt frá tí, heldur enn at seigpína tað til deyðis.

Er ætlanin hinvegin at varðveita sølutorgið, má broyting koma í, sigur hann.

Og hann sigur, at loysnin er rættilig einføld, og tað er bara at flyta ferðsluforðingina 50 metrar longur út á bryggjuna, tí so sleppa fólk til sølutorgið við bili, sum er alt avgerðandi fyri at tað ikki dettur niðurfyri.

 

Tað var í 2016, at sjálvvirkandi pullartarnir vórðu settir upp. Tá gjørdi býráðið eitt sindur burtur úr, tí tey søgdu, at endamálið var at avmarka ferðsluna undir Bryggjubakka, so at trygdin hjá teimum gangandi er í hásæti og so at tað er friður til at selja og at borðreiða uttandura.

Vit hava meiri um eina løtu, har býráðslimur lovar at loysa málið

Mortan Johannesen smoyggir ein plastposa yvir følaran, sum fær pullartin at koma upp úr vegnum - og tað hevur hann nú fingið bót fyri. Myndina eigur Mortan sjálvur