Eg havi fyrigivið teimum

Osvald Hansen úr Hoyvík er føddur við klumpfóti. Hann varð skurðviðgjørdur, men gongulagið gjørdist ongantíð sum hjá øðrum. Hann varð illa happaður barnaárini á stovni og í fólkaskúlanum. – Eg havi fyrigivið teimum, ið gjørdu hetta móti mær, sigur Osvald Hansen. Í dag hjálpir hann øðrum, sum hava tað trupult, millum annað sum samarittur

– Eg varð happaður á ymiskan hátt. Millum annað tá ið vit runnu í barnagarðinum ella í skúlanum. Beinini hjá mær vóru ikki sum hjá øðrum, og eg megnaði ikki at renna so skjótt sum hini. Tað hendi tí ofta, at onkur av hinum bakkaðu frammanfyri mær, meðan eg royndi at renna aftaná. Tey flestu av hinum stóðu og flentu, greiðir Osvald Hansen frá.

Tann nú 27 ára gamli hoyvíkingurin er eitt sindur hugtungur, tá ið hann greiðir frá, hvat hann hevur upplivað í barnaárunum. Men hann hevur tó uppreista pannu.

– Eg havi fyrigivið teimum, ið gjørdu hetta móti mær. Tey vistu kanska ikki betri, sigur Osvald Hansen.

Føddur við klumpfóti

Tá ið Osvald Hansen kom í heimin, var hann føddur við klumpfóti. Báðir føturnir vendu meir enn 90 stig skeivt, so at teir peikaðu móti hvørjum øðrum, ístaðin sum hjá øðrum at vera javnfjarar.

Hann varð eisini føddur seks vikur ov tíðliga, og var tí í kuvøsu fyrstu tíðina.

Sum seks vikur gamal varð hann skurðviðgjørdur í Danmark. Halssinan varð longd og annað varð gjørt fyri at rætta upp á føturnar. Eftir hetta vóru nógvar venjingar og vitjan hjá fysioterapeuti.

– Eg hevði skinnarar fyri at rætta upp á føturnar. Eg gekk ikki sum onnur, og hetta løgdu onnur merki til, og so varð flent eftir mær. Eg minnist ikki so nógv til tey fyrstu barnaárini, men eg minnist, at tað varð sæð niður á meg. Eg kendi meg ikki sum hini, og tað varð tungt at uppliva, sigur Osvald Hansen.Lesið alla samrøðuna við Osvald Hansen í vikuskiftissosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.