– Eg havi onga viðmerking enn

– Eg havi onga viðmerking enn. Vit mugu fyrst tosa saman, sigur Annika Olsen, um boðini hon fekk, at sáttmálin millum KAF og Starvsmannafelagið ikki verður góðkendur av landsstýrismanninum

Fyrr í dag boðaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, frá, at hann, vísandi til grein 5, stk. 5 í kommunustýrislógini, ikki kann góðkenna sáttmálan, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsmannafelagið hava gjørt tann 3. juni 2020 fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 til 30. september 2021.

Landsstýrismaðurin segði við Kringvarpið, at síðani korona er komið, ber ikki til at gera lønarsáttmálar, sum líkjast teimum, sum er gjørdir áðrenn koronafarsóttin kom.

Jørgen góðkennir ikki lønarhækkingina

Sáttmálin var annars undirskrivaður av báðum pørtum.

Fyrra árið skuldu starvsfólk í lønarflokki 1-21 fáa 795 krónur omaná mánaðarlønina og starvsfólk í flokki 22-50 fáa 595 krónur omaná mánaðarlønina.

Seinna árið skuldu øll fáa 2,25 prosent í lønarhækking. 

Í semjuni var eisini áseting um ein serstakan bachelorstiga, umframt broyting í flokkingum av deildarleiðarum.

Men nú er henda semjan ikki góðkend.

– Eg fari at kalla nevndina saman, og tá fara vit at viðgera málið nærri. Tað verður helst fyrst í komandi viku, sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Men hon fer tó at gera vart við sína meining seinni í dag.

– Tað kemur eitt úttalilsi seinni í dag, sigur Annika Olsen.