Eg havi saknað Føroyar nógv

Seinastu 22 árini hevur Lissy Durhuus Ryan búð í Dublin, har hon starvast á stórum sjúkrahúsi

Seinastu 22 árini hevur Lissy Durhuus Ryan úr Vestmanna búð í Dublin. Hon og maðurin Stephen eiga trý børn – Hannah er 18, Liam er 17 og Sámal er 14. Tey búgva í býarpartinum Dundrum í írska høvuðsstaðnum. Lizzy er bioanalytikari og arbeiðir á Tallaght University Hospital, Stephen arbeiðir við KT.

– Eg fór til Danmarkar at lesa til bioanalytikara, og tvær vikur eftir at eg var liðug, hitti eg Stephen á írskari pub í Keypmannahavn. Vit hava verið saman síðani, sigur hon við Sosialin, sum hvørt vikuskiftið ger samrøður við føroyskar útisetar kring heimin.

– Írar líkjast føroyingum. Fólk eru fitt og líkatil. Tá ið eg fari til handils, tosi eg við fólk har, og tað sama er, um eg fari við bussi ella okkurt. Mamma spurdi meg einaferð, um eg kendi fólkini, men tað geri eg sum so ikki – eg tosi bara við tey, sigur hon.

Lissy Durhuus Ryan arbeiðir sum bioanalytikari á Tallaght University Hospital.

– Eg havi saknað Føroyar nógv – eisini eftir øll hesi árini í Írlandi, her eg havi tað gott. Eg sakni tað føroyska lívið, at fara í høllina til ein hondbóltsdyst, náttúruna, familjulívið, at tað er eitt sindur friðarligt, og so er gott við einum føroyskum nátturðaborði ella kakuborði – tað fæst ikki á sama hátt aðrastaðni, sigur hon.

Øll samrøðan kann lesast í Sosialinum farna vikuskiftið.