- Eg havi yvirlivað nógvar stjórar

Tað eru 42 ár síðan, at Absalon Olsen byrjaði at arbeiða í fiski á Vestaru Bryggju í Havn, og her er hann framvegis, nú hann er komin í pensjónsaldurin.

 

- Eg havi roynt at gjørt mínar skyldur hesi mongu ár, sigur Absalon Olsen.

- Eg havi roynt at gjørt mínar skyldur hesi mongu ár, sigur Absalon Olsen.

 

- Absalon Olsen er mín høgra hond. Hann hjálpti mær í gongd, tá landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju læt upp. Hann kendi hølini, og hann kendi maskinurnar, sum vóru her.

Tað sigur Napoleon Falkvard Joensen, stjóri á P/F Barðinum, sum er landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju í Havn. Her er nógv landing, og nógv fólk er til arbeiðis, tá mest er at gera.

Umframt landing, skiljing og pakking, hevur P/F Barðið eisini Ísvirkið, sum letur ís til skip og bátar.

- Eg byrjaði á Bacalao í 1978, og tá Faroe Seafood yvirtók virksemið í kreppuárunum fyrst í nítiárunum helt eg fram. Minnist eg rætt, helt tað virksemið fram til 2010, og í 2011 læt so P/F Barðið upp landingarmiðstøð í hølunum.

Tað sigur argjamaðurin, Absalon Olsen, sum soleiðis hevur verið knýttur at fiskivinnuvirkseminum á Vestaru Bryggju í Havn í samfull 42 ár.

- Poli (Napoleon Falkvard Joensen) kom beinanvegin eftir mær, tá hann hevði í hyggju at lata upp landingarmiðstøð, og nú eri eg blivin 67. Eg havi trivist væl í fiski, og mær dámar væl at koma tíðliga til arbeiðis, sigur Absalon.

Sjálvur sigur stjórin, at høgra hondin hjá honum - Absalon Olsen - altíð er fyrstur til arbeiðis, og hann er tann, sum fer seinastur til hús.

- Eg havi altíð koyrt trukk, men tá nógv er at gera við landing, soleiðis sum tað er her á bryggjuni viðhvørt, havi eg ein meira samskipandi leiklut. Tað eru nógv ting, sum skulu hanga saman, um alt skal ganga skjótt og væl fyri seg, og skipini skulu sleppa avstað aftur skjótast tilber.

Absalon Olsen sigur, at hann øll árini hevur verið væl behandlaður av sínum arbeiðsgevarum, eingin undantikin. - Eg havi roynt at gjørt mínar skyldur hesi mongu ár, og eg havi yvirlivað nógvar stjórar, sigur hann brosandi.

Høgra hondin hjá Napoleon Falkvard Joensen vísir á, at hann tekur onkran frídag inn ímillum, tá minni er at gera, og hetta passar honum væl. - Hóast eg eri komin til pensjónsaldur, ætli eg mær at hanga í eina tíð enn, um heilsan loyvir tí, sigur Absalon Olsen.

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, hava vit vitjað á landingarmiðstøðini hjá P/F Barðinum á Vestaru Bryggju í Havn, og í blaðnum skifta vit eisini orð við Napoleon Falkvard Joensen, stjóra.

 

 

 

 

- Eg havi roynt at gjørt mínar skyldur hesi mongu ár, sigur Absalon Olsen.