- Eg sigi bara takk!

Í Gekka-spælinum í kvøld fekk ein kvinna úr Fuglafirði fulla plátu, og tá hon í fyrsta drátti ognaði sær 100.000 krónur, takkaði hon fyri.

Myndin av Rosmundu Joensen er av hennara Facebook-síðu.

Myndin av Rosmundu Joensen er av hennara Facebook-síðu.

 

Tað var Rosmunda Joensen úr Fuglafirði, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 1,4 miljónir krónur.

Rosmunda Joensen valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 500.000 krónum - ella hálvari miljón - í hvørjum leypi. 

Men, Rosmunda Joensen snaraði bara hjólinum ta einu ferðina. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við fimm gav henni 100.000 krónur.

- Eg sigi bara takk, vóru orðini hjá kvinnuni úr Fuglafirði, sum eisini nýtti høvi at takka gekka-vertinum fyri góða vinningin í Gekka-spælinum í kvøld.

 

 

Myndin av Rosmundu Joensen er av hennara Facebook-síðu.