Eg skrivi ikki fyri viðurkenning

– Tá ið tú situr og skrivar, hugsar tú ikki um virðislønir ella viðurkenning, sigur Oddfríður Marni Rasmussen

Nógv rósta og virðislønta skaldsøgan »Ikki fyrr enn tá« eftir Oddfríð Marna Rasmussen er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár, og nú er bókin eisini útkomin á donskum máli.

»Ikki fyrr enn tá« vann skaldsøgukappingina, sum Bókhandlarafelagið og forlagið Sprotin skipaðu fyri í 2017, bókin kom út í 2018, og í fjør varð bókin heiðrað við Bókamentavirðisløn M. A. Jacobsens. Nú hevur tilnevningin til norðurlendska heiðursløn skapt áhuga fyri bókini uttanlands.

Hugin Eide hevur týtt bókina til danskt mál, og forlagið Torgard hevur útgivið bókina við heitinum «Først når...«.

– Tað er bæði stuttligt og løgið at lesa seg sjálvan á einum øðrum máli – og vita, hvat tey fáa burtur úr bókini, tá ið tey týða hana, sigur Oddfríður Marni Rasmussen við Sosialin.

51 ára gamli heimasandsmaðurin útgav fyrsta yrkingasavnið í 1994, og Oddfríður Marni Rasmussen hevur serliga verið kendur sum yrkjari. »Ikki fyrr enn tá« er fyrsta og einasta skaldsøgan, hann hevur skrivað. Og tað var vorðið sum byrjan, tí bókin fekk sera góð ummæli og er heiðrað.

– Hóast eg einaferð havi sagt, at besta kenningin er viðurkenningin, so skrivi eg ikki fyri at fáa viðurkenning, og eg hevði als ikki væntað, at bókin fór at fáa so góða móttøku. Men tað er gott at fáa góð skoðsmál. Tað, sum eg havi verið fegnast um, eru brøv, sum eg havi fingið frá fólki við krabbameini og avvarðandi til krabbasjúk. Eg havi helst rakt ein veruleikakendan tóna. Eg kendi ein væl, sum fekk heilasvull og doyði, og eg fylgdi honum – eisini seinastu tíðina, so eitt sindur av veruligum upplivingum havi eg brúkt í bókini, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.

 

Longri samrøða við Oddfríð Marna Rasmussen kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.