Svein-Gustav Sinkaberg sigur, at sjálvandi høvdu tey í felagnum vónað, at laksaprísurin var hægri, men hann svevur ikki illa um náttina av hesi orsøk.

- Eg sovi ikki illa um náttina

Laksaprísurin er í fríum falli. Síðan í juli í ár eru prísirnir á norskum laksi lækkaðir við meira enn 20 krónum fyri kilo.

Svein-Gustav Sinkaberg sigur, at sjálvandi høvdu tey í felagnum vónað, at laksaprísurin var hægri, men hann svevur ikki illa um náttina av hesi orsøk.

 

Síðan í juli mánaði í ár eru prísirnir á norskum laksi lækkaðir úr stívliga 60 krónum fyri kilo og niður í minni enn 40 kónur fyri kilo, og her er talan um norskar krónur. Sambært NRK eru tað alarar, sum ongar pengar tjena í løtuni.

Laksaprísurin er nú hin lægsti í fýra ár, og tað merkir, at eftir nøkur góð ár við góðum prísum, eru tað nú laksaalarar í Noregi, sum hava hall í sínari framleiðslu.

Norska kringvarpið hevur skift orð við fleiri laksagreinarar, og ein teirra er Knut-Ivar Bakken, sum starvast í Danske Bank. - Laksaprísurin er nú hin lægsti í fýra ár, og hann er lægri, enn vit høvdu roknað við, sigur Knut-Ivar Bakken.

Hann sigur, at orsøkin til stóra prísfallið er stóru nøgdirnar av alilaksi úr bæði Noregi og Skotlandi um somu tíð.

Tore Tønseth í Sparebank1 Markeds, sum NRK eisin hevur skift orð við, sigur, at hjá nøkrum alarum eru laksaprísirnir nú lægri enn framleiðslukostnaðurin.

Fram við strondini í eitt nú Trønderlag í Noregi er ein røð av alifyritøkum, sum sambært NRK halda samfelagshjólunum í økinum gangandi, og tí kemur prísfallið ikki væl við.

Á skrivstovuni hjá alifelagnum, Sinkaberg-Hansen, sigur samtaksstjórin, Svein-Gustav Sinkaberg, at tey eru von við, at príssveiggj eru. - Men, í løtuni eru tað fleiri, sum kenna sviðan av hesum, heldur hann fyri.

Svein-Gustav Sinkaberg sigur, at sjálvandi høvdu tey í felagnum vónað, at laksaprísurin var hægri, men hann svevur ikki illa um náttina av hesi orsøk. - Vit noyðast bara at fyrihalda okkum til støðuna, sum hon er, leggur hann aftrat.

 

 

Svein-Gustav Sinkaberg sigur, at sjálvandi høvdu tey í felagnum vónað, at laksaprísurin var hægri, men hann svevur ikki illa um náttina av hesi orsøk.