- Eg stúri fyri sjúklingum sum bíða

- Krabbamein hevur tíverri onga ”pausu”, tó at vit hava havt korona, og tað doyggja framvegis 44 fólk av krabbameini í Danmark um dagin.

 

 

 

- Vit vita, at skjót viðgerð móti krabbameini bjargar lívi, sigur Jesper Fisker. Mynd: Tilvildarlig.

- Vit vita, at skjót viðgerð móti krabbameini bjargar lívi, sigur Jesper Fisker. Mynd: Tilvildarlig.

 

- 44 fólk doyggja av krabbameini í Danmark um dagin. Tí tykist tað púrasta burturvið, at uppmerksemi framvegis er vent móti deyðsføllum í samband við korona-smittu, sum næstan er null. Tað er tíverri eingin orsøk til at halda, at krabbamein hevur nakra ”pausu”, tí vit hava havt korona.

Tað sigur Jesper Fisker, umsitingarstjóri í Kræftens Bekæmpelse, sum vísir á, at koronakreppan hevur viðført eina stóra minking í talinum av ávísingum av krabbameinssjúklingum til sjúkrahúsini. - Men, nú skulu øll segl setast til, soleiðis at tað, sum liggur á láni, verður heintað innaftur, leggur hann aftrat.

Tað er ein nýggj frágreiðing hjá danska Heilsustýrinum, sum vísir, at talið av ávísingum av krabbameinssjúklingum er nógv minkað undir korona-kreppuni. - Vit vita, at skjót viðgerð móti krabbameini bjargar lívi. Jú fyrr, tess betri. Tað er høvuðsreglan. Tí er tað týdningarmikið, at tað, sum liggur á láni, verður heintað inn aftur sum skjótast, sigur Jesper Fisker.

Fyrisitingarstjórin vísir á, at um ikki øll segl nú verða sett í hesum sambandi, stúrir hann fyri sjúklingunum, bæði tá ræður um heilsu og møguleikunum at yvirliva. Tað hevur verið sagt, sigur hann, at viðgerðir móti krabbameini og øðrum lívshættisligum sjúkum ikki skuldu víkja fyri umleggingum í samband við korona-støðuna.

- Men, vísandi til frágreiðingina hjá Heilsustýrinum er kurvan við ávísingum í hesum tíðarskeiði fallin við umleið einum triðingi.

Jesper Fisker fegnast um, at Heilsustýrið vísir á hesi tøl, og at eisini verður víst á hesi viðurskifti í regiónunum og millum læknarnar kring um í landinum. - Bæði myndugleikarnir og feløgini hjá læknunum heittu longu tíðliga í korona-kreppuni á fólk um at leita sær læknahjálp, um tey merktu broytingar í likaminum, sum kunnu benda á, at talan møguliga er um krabbamein, sigur hann.

Í byrjanini av kreppuni kundi tað í løtum vera trupult at sleppa framat hjá kommunulækna - kanska tí, at tørvur var á verndarútgerð, og tað tískil ikki læt seg eins væl gera at fara til lækna. Men, tann trupulleikin er tíbetur loystur nú. - So, nú snýr tað seg um tvey ting - at fáa sjúklingar til lækna og at tryggja, at sjúkrahúsini hava neyðugu arbeiðsorkuna til at viðgera krabbameinssjúklingarnar, sigur Jesper Fisker.

Fyrisitingarstjórin í Kræftens Bekæmpelse leggur aftrat, at felagið væl kundi hugsað sær, at Heilsustýrið, regiónir og læknar gjørdu enn meira við at greiða frá, at sjúklingar nú trygt kunnu venda sær til lækna.

Kræftens Bekæmpelse hevur havt fleiri átøk bæði í pappírsmiðlum og sosialum miðlum, har felagið hevur eggjað fólki, sum kenna sær mein, at vera varug við tekin um krabbasjúku.

- Heilsuverkið ger tað, tey kunnu til tess at verja sjúklingar móti korona-smittu, og her er arbeiðsorka til at viðgera lívshóttandi sjúkur sum eitt nú krabbamein, sigur umsitingarstjórin í Kræftens Bekæmpelse, Jesper Fisker, sum leggur aftrat, at felagið fegið vil hjálpa til við átøkum, sum kunnu verða við til at tryggja, at viðurskiftini kring krabbameinssjúklingar gerast vanlig aftur.

 

 

 

- Vit vita, at skjót viðgerð móti krabbameini bjargar lívi, sigur Jesper Fisker. Mynd: Tilvildarlig.