- Eg var púrasta útkoyrd í tvær vikur

Tey flestu, sum vera smittað við korona-virus, gerast frísk aftur, men tað er nøkur, sum gerast ógvusliga sjúk, áðrenn tey koma á føtur aftur.

 

- Vit vita ikki, um sjúkan kann geva okkum varandi mein, sigur Sandra Le Flohic-Boutillier.

- Vit vita ikki, um sjúkan kann geva okkum varandi mein, sigur Sandra Le Flohic-Boutillier.

 

Franska kvinnan, Sandra Le Flohic-Boutillier, sum varð rakt av corona-virus, gjørdist ógvuliga sjúk, og hon hevur fortalt frá sjúkugongdini hjá sær á fronsku sjónvarpsrásini, France2.

Heimsheilsustovnurin (WHO) veit at siga, at fleiri enn 75 prosent av teimum, sum higartil eru rakt av corona-virus í Kina, eru vorðin frísk aftur. Tey flestu høvdu fepur og hosta. Onnur høvdu tað upp aftur verri, og so vóru tað eisini tey, sum fingu lungnabruna.

Tey flestu gjørdust frísk aftur eftir tveimum vikum, men tey, sum høvdu tað truplast, vóru sjúk í upp til seks vikur. Sjúkan verður umrødd sum ein ring krímsjúka, og hjá summum sum ein óvuliga ring krímsjúka.

Tøl úr Italia benda á, at umleið 10 prosent av teimum raktu enda á intensivari deild. Italski yvirlæknin, Giacomo Grasselli, upplýsti á einum fundi fyrst í vikuni, at eini 30-40 prosent av teimum, sum enda á intensivari deild, eru deyð.

Í umrøddu sending á fronsku sjónvarpsrásini, France2, fortelur franska kvinnan, Sandra Le Flohic-Boutillier, at hon í byrjanini av tilgongdini bæði hevði ógvusligt krím og lungnapípubruna (bronkitis) í senn.

- Í tvær vikur var eg púrasta útkoyrd, sigur hon í sendingini.

Seks dagar eftir, at Sandra Le Flohic-Boutillier var vorðin sjúk, gjørdist maður hennara eisini sjúkur, men hjá honum gjørdist sjúkan ikki nær so ring. Meðan tey eru í sóttarhaldi, sleppa hjúnini út at ganga nakrar minuttir um dagin, og tey eru glað fyri at sleppa út at anda fríska luft.

Hjúnini siga, at tey ongantíð hava verið í panikki undir sjúkugongdini, men tað er ikki sørt, at tey hugsa um, hvørt sjúkan møguliga kann elva til eftirsjúku ella seinskaða.

- Vit vita ikki, um sjúkan kann geva okkum varandi mein, og tey vita heldur ikki, um virusið verður sitandi í lungunum ella blóðinum. Tað veit eingin, sigur Sandra Le Flohic-Boutillier í samrøðu við sjónvarpsrásina, France2.

##med2##

- Vit vita ikki, um sjúkan kann geva okkum varandi mein, sigur Sandra Le Flohic-Boutillier.

Sandra Le Flohic-Boutillie og maður hennara vórðu bæði rakt av corona-virus, Covit-19.