- Eg visti ikki hvussu eg skuldi snakka

Tað gongur framá hjá russiska andstøðinginum, Aleksej Navalny, men enn er langt á mál hjá honum.

Aleksej Navalny takkar sjúkrahúsinum í Berlin, sum hevur viðgjørt hann.

Aleksej Navalny takkar sjúkrahúsinum í Berlin, sum hevur viðgjørt hann.

 

Russiski andstøðingurin, Aleksej Navalny, sum varð eitraður á einum flogtúri í Russlandi og sum leingi hevur ligið á sjúkrahúsi í Týsklandi, sigur nú á Instagram, at hann framvegis ikki megnar at snakka í einari fartelefon, og hann megnar ikki sjálvur at skeinkja sær eitt glas av vatni.

Men, tað gongur framá hjá honum, nú tvær vikur eru farnar, síðan hann vaknaði aftur úr koma á sjúkrahúsinum í Berlin.

Á Instagram fortelur hann nú um avbjóðingarnar, hann hevur havt, síðan hann vaknaði aftur: - Tað er ikki fyrr enn nýliga, at eg eri farin at kenna fólk aftur, og eg visti ikki, hvussu eg skuldi snakka, sigur hann sambært CNN.

Aleksej Navalny sigur, at læknin á sjúkrahúsinum hvønn morgun kemur við einari talvu og biðir hann hugsa um orð, sum tey kunnu skriva á talvuna. - Eg kendi meg vónleysan, tí sjálvt um eg skilti, hvat læknin meinti við, visti eg ikki, hvar eg skulldi finna orðini.

##med2##

Russarin sigur, at tá hann sær eina trappu, dugir hann at síggja, hvat hetta er, og at ein trappa er til at ganga í. - Áður hevði eg ikki hugsað um trappuna. Nú skelva beinini, tá eg gangi í trappuni, sigur Aleksej Navalny, samstundis sum hann takkar sjúkrahúsinum Charité i Berlin, sum hevur viðgjørt hann undir sjúkraleguni. 

 

 

Aleksej Navalny takkar sjúkrahúsinum í Berlin, sum hevur viðgjørt hann.

Nú klárar Aleksej Navalny at ganga í trappum, sigur hann sjálvur á Instagram í gjár.