Eg ynski ikki eitt innandurða spæliland!

Í dag er ússaligt veður í Havn og tað vildi verið deiligt at sloppið inn onkrastani at lova børnunum at bóltast og buldrast í staðin fyri at vera inni og skeldast um, hvør fekk meir bomm enn hin, ella hvørjar leikur hoyra til hvørt barn, og hvør hevur nortið við okkurt, sum hevði alstóran týðning í akkurát hesu løtuni.

Alt meðan kjálkarnir hjá barninum blíva meira og meira reyðir, og tann gløggið eygleiðarin sær, at her fer at kóka yvir um eina lítla løtu.

Júvist kann man lata barnið væl í, og so standa og sópa í einum hylið í grannalagnum, til hendurnar gerast frystar og snorið rennur til tvey feit 11- tøl.

Ella kundi man vóna at Tórshavnar kommuna fór at hugsa meir um barnafamiljuna og børnini sum heild.

Eg droymi um eitt barnamenturnarhús! Ikki spæliland.

Í mínum dreymi síggi eg fyri mær, at hetta er eitt hús sum kann húsa:

- Klatriborgum/spælilandsøki

- Kreativ ítriv, so sum at klippa, klistra og mála

- Dans/sjónleik

- Tilboð til heimagangandi foreldur og t.d. mammubólkar

Tilboðið skuldi verið heilt frá pinkubørnum, dagstovnabørnum og skúlabørnum, altso eitt tilboð til børn í kommununi.

Hetta tilboðið vildi vera til rokalig børn, still børn, kreativ børn, observerandi børn og børn, ið bera brek – Øll børn í kommununi!

Fyri eitt gjald sum svarar til at fara at svimja ella líknandi.

Afturfyri fáa havnarfólk eitt hús og umhvøvi, sum mennir kreativ talent, familjur fáa hugnaløtur saman, barnagarðar og skúlar fáa eitt annað tilboð enn t.d. Fimi at nýta til aktivitir.

Hetta skal ikki vera ein umbygdur skúli ella eitt fyribils hús, nei eitt ambitiøst projekt. Nei eg ynski ikki eitt spæliland, eg ynski mær eitt barnamentunarhús til havnaborgaran!

Hetta húsið kann eg tíverri ikki taka æruna av at finna uppá. Tað finst frammanundan á t.d. Amager, sí leinkju: https://bornekulturhusamar.kk.dk/indhold/om-os

Katrin Jacobæus,

valevni fyri Tórhavnar kommunu, Tjóðveldi