Eiðis kommuna 125 ára hátíðarhald

Týsdagin 1. oktober verður stórt hátíðarhald á Eiði, í sambandi við at kommunan verður 125 ár

Dagurin byrjar, við at bygdaráðið hevur almennan bygdaráðsfund klokkan 9 um morgunin.

Orsøkin, at fundurin er so tíðliga um dagin, er, at fyrsti bygdaráðsfundurin í Eiðis kommunu varð hildin 1. oktober 1894 klokkan 9 um morgunin. Tað vil siga fyri júst 125 árum síðani.

Teir, ið mannaðu bygdaráðið tá, vóru Grækaris Joensen (borgarstjóri), Hanus Joensen, Jesar Abrahamsen, Johannes Nysted og Jens Jørgen Kruse.

Eftir fundin fara bygdaráðslimirnir at vitja barnagarðin, skúlan og eldrabýlið við einum søtum bita.

Um kvøldið verður stóra hátíðarhaldið. Byrjað verður klokkan 18 í húsinum í Hólmanum. Landsstýrismaðurin við kommunumálum, Helgi Abrahamsen, umboð fyri kommunufelagið og borgarstjórin bera fram røðu.

Rasmus Joensen, fyrrverandi bygdaráðsformaður, fer eisini at hugleiða um Eiðis kommunu gjøgnum hesi 125 árini.

Millum røður og hugleiðingar verður felagssangur, og tann staðbundni Fróði Bjarnason Joensen fer at spæla nakrar sangir.

Eftir tiltakið verða smárættir og okkurt søtt til matna.

Øll eru vælkomin í føðingardag, skrivar Eiðis kommuna.