Eiga at standa saman um at verja SEV

Vit hava eina samhaldsfastaskinan sum tryggjar øllum bíligan, og grønan, streym

Kommunur og borgaratjórar eiga at standa saman um at verja SEV.

Tað varð boðskapurin hjá John Zachariassen, nevndarformanni í SEV, á aðalfundinum hjá felagsskapinum í morgin.

Hann sigur, at vit eiga at standa saman um at vera samhaldsføstu elskipanina hjá SEV, sum veitir okkum tryggan, bíligan og grønan streym

– Aðalmálið hjá SEV er at veita trygga, bíliga og grøna elorku, og tað er á hesum grundarlagi, at SEV tænir øllum samfelagnum, bæði húskjum, stovnum og eisini vinnulívinum. Men skulu vit framhaldandi halda fast um hetta aðalmálið, krevst undirtøka frá kommununum og borgarstjórunum, segði hann.

 – Vit standa á gáttini til eina stóra broyting og í stóran mun stendur tað til okkum at gera av, hvussu trygg, bílig og grøn elorkan verður.

Niðurstøðan hjá nevndarformanninum er, at vegurin er slóðaður fyri grønum framburði næstu 15 árini, men at tað krevst at politisk semja er um, hvussu elskipanin skal setast saman, soleiðis at hon verður so trygg, bílig og grøn.

 

Hann vísir á, at fyrsti stigini eru tikin fram ímóti málinum um, at í 2030 skal allur streymur á landi vera grøn orka.

– Kanningarnar vísa, at vit skulu byggja nógv út við sólorku og vindorku næstu árini, umframt at SEV eigur at vera kjarnin í elskipanini, men at frí kapping kann vera um at gera streym úr vindorku, sólorku, sjóvarfalli og biogassi.

 Nevndarformaðurin vísir á, at SEV hevur fingið lagaliga fígging til at taka tey næstu stigini á grønu kósini.

Hann staðfesti, at hesi fýra árini, síðani vindmyllurnar í Húsahaga vóru settar upp, eru nógvar virðismiklar royndir og áhugaverd kanningarúrslit fingin til vega at byggja víðari á.

– Tað er kortini ein fortreyt, at kjarnuveitingarnar í elskipanini er savnað í eina eind, har vatnorkan og oljuverkini eru sjálvur bulurin í streymveitingini tey fyrstu árini.

– Men so hvørt fleiri grønar orkukeldur verða bygdar út, verða tað vatnorkan, sum verður bulurin í skipanini, og tá verður oljan ein eyka trygd, tí Føroyar hava einki kaðalsamband við umheimin.