Stórskjúttin er eyðmjúk um sín leiklut

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr stórskjúttan hjá VÍF, Marionnu Holm Jacobsen taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við stórskjúttan hjá VÍF, Marionnu Holm Jacobsen, sum skeyt heili 11 mál, tá VÍF vann 23-21, og harvið ein samlaðan 43-40 hálvfinalusigur á StÍF í Coca Cola steypakappingini.

 

Marianna er sera fegin um, at hon og liðfelagarnir hava vunnið seg í steypafinaluna. Hóast hon var høvuðsfaktorurin, at VÍF knógvaði StÍF á Skála í kvøld, so er hon eyðmjúk um sín leiklut, og hevur heldur hug at framhevja liðfelagarnar, sum duga at spæla hana fram til støður, har hon kann skjóta mál fyri liðið. 

 

Ta einu løtuna vóru Marianna og liðfelagarnir trýstir, tá StÍF var á odda við trimum málum. Marianna er serliga væl nøgd við seinasta korterið, tá hon og liðfelagarnir settu tingini uppá pláss.