Eigarafelagið Hoyvíkshædd: Kommunan gav skeivar upplýsingar

Eigarafelagið heldur, at týðandi upplýsingar fyri byggiverkætlan vóru afturhildnar

Eigarafelagið Hoyvíkshædd heitir nú á umsitingina hjá Tórshavnar kommunu um at steðga við arbeiðinum at gera umlættingar- og rehabiliteringsdepil á Hoyvíkshædd alt fyri eitt.

Í opnum brævi til Tórshavnar kommunu vísir eigarafelagið á, at tey meta ikki, at kommunan hevur givið teimum rættar upplýsingar, og at byggingin tí fer fram eftir skeivum fortreytum.

Petur Skeel Dahl vísir á, at eigarifelagið hevði biðið um at fáa upplýsingar um, hvussu høgur bygningurin fór at vera. Í hesum sambandi er planeringskodan týdningarmikil, tí hon sigur, hvussu høgt tað planerast. Eigarafelagið heldur tó, at tað sær út sum, at planeringskodan er afturhildin, tí at tá hon endiliga varð útflýggja eigarafelagnum, samsvaraði hon ikki við tað, sum kommunan áður hevði upplýst um byggingina.

Eisini sigur Petur Skeel Dahl, at eigarifelagið hevði upprunaliga bert fingið skitsur av nýggja deplinum, men nú vísa tekningarnar, verður hægri.

- Nú verður tað ein metur hægri, enn vit høvdu roknað við, sigur Petur Skeel Dahl og leggur aftrat, at hetta fer at taka burtur av útsýninum hjá nøkrum av íbúgvunum har uppi.

- Vit hava verið positiv við innihaldinum av verkætlanini síðan apríl, og vit halda, at tað er fínt, at depilin kemur har. Men tað verður bara bygt óneyðuga høgt, sigur hann.

Eisini verður víst á, at farið er longu undir at grava og at gera klárt til spreingiarbeiði, hóast byggiloyvið ikki er komið upp á pláss enn. Hetta meta tey í eigarafelagnum ikki vera rætt, tí hóast byggilógin umrøður møguleikan at býta byggiloyvið upp, so má nøktandi heild vera í, áðrenn sprongt verður fyri tí bygningi, sum koma skal.

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá umsitingini.