Eigarafeløgini krevja at verða hoyrd

Eigarafeløgini í Havnini mótmæla atburðin hjá Fjarhitafelagum

- Vit, sum eru brúkarar av fjarhita frá Fjarhitafelagnum P/f, ynskja við hesum skrivi at kæra okkara ónøgd um verandi umstøður okkara við áliti á, at hesi viðurskifti verða fingin í rætt lag.


Soleiðis byrjar brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti eitt skriv, ið mikukvøldið bleiv sent Fjarhitafelagnum, SEV og Tórshavnar kommunu.

Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti er eitt nýstovnað felag við brúkarum, ið keypa fjarhita frá Fjarhitafelagnum. Felagið umboðar 14 eigarafeløg í Hoyvík, Havnini og á Argjum við fleiri enn 1200 húskjum.

Dýr orkuloysn
Tvær eykarokningar frá Fjarhitafelagnum seinasta árið er tað, ið hevur fingið bikarið á flóta yvir hjá fleiri av brúkarunum, ið nú eftirlýsa broytingar. Broytingar, ið millum annað innibera eitt betri samskifti millum brúkarar og stovnin og ein sess í nevndini hjá felagnum.

Í skrivinum sent Fjarhitafelagnum og eigarunum SEV og Tórshavnar kommunu, verður víst á, at samskiftið millum Fjarhitafelagið og brúkararnar aldrin hevur verið nakað serligt.

- Tað hevur víst seg, at Fjarhitafelagið er sera afturlatið og hevur ikki ynskt at lata seg ávirka í málum, sum hava stóran týdning fyri brúkaran, skrivar felagið og vísir millum annað á stríðið um tøkniligar treytir í 90'unum, tá fjarhitaprísurin varð lækkaður í 2002 og málið um hitamiðstøðina í Klingruni. Eitt mál, ið brúkarafelagið metir ikki hevði verið loyst, um Tórshavnar kommuna ikki legði upp í tað.

Umframt samskiftistrupulleikar vísir brúkarafelagið eisini á tað órímiliga í tí, at brúkararnir verða bundin til eina orkuloysn, ið er munandi dýrari enn onnur alternativir á marknaðinum.

- Tórshavnar kommuna hevur álagt ávísum borgarum íbindingarskyldu til fjarhitanetið. Ein tílík avmarking av valmøguleikum hjá borgarum átti at verið mótsvarað av, at fjarhitin var ein bílig loysn. Soleiðis er ikki. Útrokningar vísa, at fjarhiti er dýrasta orkuloysnin á marknaðinum. Fjarhitin er yvir 17 % dýrari enn at hita upp við olju og 50 % dýrari enn at hita upp við grønari orkuloysn sum t.d. jarðhita, skrivar felagið í skrivinum.

Krevja nevndarsess
Skrivið frá felagnum er ikki bara kritikkur, men mælir felagið til eitt ítøkiligt stig, ið kann takast fyri at betra um viðurskiftini millum veitara og brúkarar.

Nýstovnaða brúkarafelagið mælir nevniliga til, at viðtøkurnar í Fjarhitafelagnum verða broyttar, so at felagið fær eitt umboð í nevndina.

- Vit átala staðiliga, at brúkarar av fjarhita í Tórshavnar kommunu ikki verða hoyrdir og ikki fáa innlit í fjarhitaveitingina hjá kommununi. Vit ynskja at styrkja innlitið hjá brúkarum við at fáa umboð fyri brúkarnar í nevndina hjá Fjarhitafelagnum, skrivar felagið í fráboðanini.