Eigarin stendur eftir við apuni - hóast hann er ósekur

Tey, sum skuldu havt ábyrgdina, geva hvørjum øðrum skyldina, so tann óseki stendur eftir við svartaperi

Enn er málið ikki avgreitt í sambandi við, at 1800 litrar fóru í náttúruna, tá ið tangin á tyrlupallinum í Froðba, varð fyltur. Myndina tók Ingi Sørensen

Enn er málið ikki avgreitt í sambandi við, at 1800 litrar fóru í náttúruna, tá ið tangin á tyrlupallinum í Froðba, varð fyltur. Myndina tók Ingi Sørensen

Vit skulu hava greiði á, hvør hevur endaligu ábyrgdina, tá ið olja dálkar náttúruna. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Tí vil hon nú hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, at greiða frá, hvør tað í roynd og veru er, sum hevur ábyrgdina av upptakinum, tá ið olja dálkar umhvørvið.

Hon vísir serliga til eina hending í Froðba fyri tveimum árum síðani, tá ið 1800 litrar av brennievni runnu í náttúruna tá ið Effo skuldi fylla tangarnar við tyrlupallin í Froðba.

Hóast tvey ár eru farin, er dálkingin framvegis ikki tikin upp tí partarnir eru ósamdir um, hvør hevur ábyrgdina av tí.

– Í nevnda føri er enntá talan um ein stóran almennan stovn, Landsverk, sum umsitur tyrlupallarnar, og eina stóra oljufyritøku, sum eru partar av málinum, og óhappið hendi í einari lutfalsliga stórari kommunu í Føroyum. Kortini er tað eigarin ið stendur við svartaperi, hóast hann onga skyld hevur av dálkingini,sigur Bjørt Samuelsen.

Hon sigur, a tað tykist, sum um at ábyrgdarbýtið ikki er nóg greitt í slíkum førum. Dálkingin í Froðba gevur eina kenslu av at ábyrgdarbýtið er ov ógreitt og at lóggávan er ov veik, sigur hon.

Og tapararnir, tað eru náttúran og borgarin, leggur hon afturat.

Enn er málið ikki avgreitt í sambandi við, at 1800 litrar fóru í náttúruna, tá ið tangin á tyrlupallinum í Froðba, varð fyltur. Myndina tók Ingi Sørensen