Eigur 840 modelbilar

Kommunustjórin í Fuglafirði síðstu 45 árini, Jákup Frants Larsen, fer nú frá fyri aldur. Eitt av hansara stóru áhugamálunum eru bilar. Hann hevur fleiri ellisakfør og ikki færri enn 840 modelbilar

 

 

Eitt av stóru áhugamálunum hjá Jákup Frants Larsen eru bilar. Hann hevur umleið 840 bilar heima við hús. Her við einum av yndisbilinum, ein Volvo Amazon

Eitt av stóru áhugamálunum hjá Jákup Frants Larsen eru bilar. Hann hevur umleið 840 bilar heima við hús. Her við einum av yndisbilinum, ein Volvo Amazon

Í 45 ár hevur hann verið kommunustjóri. Hann hevur arbeitt undir seks ymiskum borgarstjórum. Hann hevur betri innlit í tað, sum er hent í Fuglafirði síðstu hálvu øldina, enn nakar annar. Men nú er aldurin komin, og í heyst fer hann frá.

Vit sita á skrivstovuni hjá kommunustjóranum í Fuglafjarðar kommunu. Ein bygningur miðskeiðis í býnum, sum í sínari tíð varð bygdur sum eitt snikkaravirki, men sum nú í nógv ár hevur hýst umsitingini í kommununi.

Aftanfyri skrivaraborðið hjá kommunustjóranum hongur ein málningur á vegginum, sum Frits Johannesen hevur málað.

– Vit hava fleiri listafólk í Fuglafirði, og eg havi málningar av teimum øllum heima við hús, sigur Jákup Frants Larsen.

Ráðgeva væl

– Mín uppgáva sum býráðsskrivari, sum tað æt fram til 1998, nú kommunustjóri, hevur verið at komið við so góðari ráðgeving sum møguligt. Bæði borgarstjóri, býráð, fíggjarnevnd, minniluti og meiriluti skulu hava rætta ráðgeving. Og um eg ella onnur á skrivstovuni ikki vita, so ræður um at fáa ráðgevingarhjálp uttanífrá. Tú skalt minnast til, at tú arbeiðir í eini politiskari skipan. Tað er týdningarmikið at vera erligur og opin, óansæð um tað smakkar væl ella ikki smakkar væl hjá politikarunum. Tú mást siga tína meining, og tað hevur altíð verið væl tolt. Eg havi upplivað, at eg havi verið virdur bæði av meiriluta og minniluta fyri tað, sum eg eri komin við, sigur Jákup Frants Larsen.

##med2##

Bilar

Kommunustjórin í Fuglafirði hevur ymisk frítíðaráhugamál. Eitt av tí stóra eru bilar.

– Eg havi altíð havt áhuga í bilum. Eg havi havt nógvar góðar bilar. Vit hava ferðast nógv uttanlands, og tá hevur eisini verið gott at koyrt í góðum bilum. Bilurin hevur verið eitt frítíðarítriv, sigur Jákup Frants Larsen, sum í løtuni koyrir í einum Mercedes c200.

Hann hevur eisini savnað nógvar modelbilar, tilsamans umleið 840 bilar. Bilarnir eru í støddini 1 til 18, 1 til 24 og nakrir eru eisini í støddini 1 til 43. Talan er um bilar, har til ber at opna hurðar, lúkur og annað.

Lesið alla samrøðuna við Jákup Frants Larsen í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.


Eitt av stóru áhugamálunum hjá Jákup Frants Larsen eru bilar. Hann hevur umleið 840 bilar heima við hús. Her við einum av yndisbilinum, ein Volvo Amazon

Heimið hjá Jákup Frants og Marjun Larsen er á Bøvegi í Fuglafirði. Tey síggja alt, ið gongur fyri seg á fótbóltsvøllinum í Fløtugerði í Fuglafirði