Kappingin um eplarættin er eitt ókeypis tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, at gera seg galdandi.

Eigur tú besta, føroyska eplarættin?

Nú Eplafestivalurin stundar til, byrjar hugnaliga tiltakið, sum verður í Trøðum á Sandi, enn einaferð at taka skap.

Kappingin um eplarættin er eitt ókeypis tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, at gera seg galdandi.

 

Leygardagin 28. september verður Eplafestivalur aftur í Trøðum, og her vóna fyrireikararnir ikki minst, at nógvir luttakarar úr øllum Føroyum fara at tekna seg til kappingina um Føroya besta eplarætt.

Eigur tú besta, føroyska eplarættin? Ja, tað er so spurningurin, sum kann svarast á Eplafestivalinum millum tey, sum vilja luttaka í forvitnisligu kappingini.

##med2##

Í fjør varð skipað fyri kapping í matkynstri. Fyrireikararnir siga, at hetta tiltak eydnaðist so mikið væl, at tiltakið verður endurtikið í ár. Vinnarin í fjør gjørdist Frida Poulsen úr Skálavík, sum gjørdi ”Eplafestival Salat” við íblástri úr Italia.

Fyrireikingarnar til enn ein Eplafestival eru nú í hæddini, og her verða nógv ymisk tiltøk á skrá. Ítøkiliga skráin verður almannakunngjørd í næstum.

"Eigur tú besta, føroyska eplarættin”, sum verður eitt av tiltøkunum, er ókeypis tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, at gera seg galdandi.

##med3##

Dømingin verður skipað soleiðis:

* 3 matkøn fólk: telur 50%

* 4 leikfólk døma í blindsmakking: telur 50%

Reglur:

* Rætturin skal verða eftir egnari uppskrift

* Epli skulu verða ein av høvuðsingrediensunum

* Rætturin skal latast inn í trimum eintøkum í seinasta lagi leygardagin 28. september klokkan 11 við Tingborð í Trøðum á Sandi.

- Tilmelding til kappingina "Eigur tú besta, føroyska eplarættin?" fer fram á [email protected] ella Eplafestivalur á Facebook, siga fyrireikararnir.

 

 

Kappingin um eplarættin er eitt ókeypis tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, at gera seg galdandi.

Í fjør vann Frida Poulsen kappingina í matkynstri. Hon gjørdi eina Eplafestival Salat - við íblástri úr Italia.