Eikin við lamellgardinum og persiennum

Enn einaferð víðkar møblasølan Eikin um sítt vøruúrval við at bjóða kundum sínum eitt stórt úrval av lamellgardinum og persiennum.

Hóast Eikin í fleiri ár hevur selt lamellgardinur og persiennur til fyritøkur og stovnar, er tað ikki fyrr enn nú at sama tænasta verður veitt privatkundum.

Tað er á gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu, at Eikin selur hesar lamellgardinur og persiennur. Hetta hóskar eisini væl til vøruúrvalið, sum er á deildini hjá Eikini í Jónas Broncksgøtu við modernaðum barna- og ungdómsmøblum, seingjaloysnum, madrassum og sovisofum.

-Vit eru sera spentir upp á at sýna okkara úrval av lamellgardinum og persiennum fram. Øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa eitt gardinuprát, og síggja hvat vit hava at bjóða, sigur Tummas Jákup Høj leiðari á Eikini í Jónas Broncksgøtu.