Ein áheitan frá løgregluni á valevnini til kommunuvalið

Í gjár fingu hoyvíkingar eina valplakat í vindeygað

Tað hevur verið nakað av vindi í gjár og í dag, verður eisini heilt fitt av vindi av eystri og landsynningi. Í kvøld minkar hann aftur vindin aftur, men men á midnátt fer hann vesturum og tá øtlar hann aftur vindin av útsynningi og vestri

Tí heitir løgreglan nú á valevnini til kommunuvalið um at tryggja sær, at valplakaturnar eru væl festar.

Í gjár var eisini nakað av vindi, og tá fóru onkrar valplakatir á flog. Í Hoyvík feyk ein valplakat í vindeygað í einum húsum, men tað brotnaði ikki, so tað stóðst eingin skaði av tí.

Men løgreglan vísir á, at summar av plakatunum eru ikki so væl festar, tær hanga á pelum og á stikum og tær taka rættiliga nógvan vind á seg.

Annars eru hyggjuráðini annars at taka tað upp, sum liggur leyst, so at tað ikki fer á flog í vindinum.