Ein av heimsins ríkastu er deyður

Ein miljarderur í USA er deyður, 79 ára gamal. Hann átti eina nettoogn á umleið 500 miljardir krónur.

 

Amerikanski miljarderurin David Koch er deyður, 79 ára gamal. Sambært Bloomberg telist Koch millum ríkastu fólk í USA.

Sagt verður, at David Koch hevði eina nettoogn á 58,7 miljardir dollarar, sum svarar til einar 500 miljardir í okkara peningi.

- Tað er við tungum hjarta, at eg sigi frá, at beiggi mín er deyður, sigur Charles Koch í fráboðan í dag.

Hann vísir á, at øll, sum starvaðust saman við beiggja sínum, upplivdu hansara stóru persónligheit og eldhuga fyri lívinum.

Miljarderurin var eisini kendur sum eitt stórmenni innan ídnað, vælgerðarmenniskja, politiskur aktivistur, og hann hevur eisini verið varaforsetavalevni fyri politiskan flokk.

David Koch rak Koch Industries saman við bróðuri sínum, Charles Koch Industries, sum er ein av størstu fyritøkum í USA innan skurvblanding ella sand.

Haraftrat eigur Koch Industries fleiri dóttirfeløg, sum starvast innan ymiskan ídnað, veit CNBC at siga. 

Lagt verður aftrat, at tað var pápin, Fred Koch, sum legði grundarlagið undir virksemið longu í 1940 - sama dag, sum David Koch varð føddur.