Ein av hesum trimum verður ársins stjørnuskot

Trý ungfólk eru í uppskoti til heiðurin

Á ítróttarfagnaðinum, sum ferður í Fuglafirði 13. februar skal ársins stjørnuskot í ítrótti, heiðrast. Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr og nú er greitt, at tað er fýra ítróttarfólk, sum eru í uppskoti.

Tey, sum eru í uppskoti, er miðverjin í HB, Samuel Johansen Chukwudi, Hákun West av Teigum, høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold, og Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag-

 

##med2##

Samuel Johansen Chukwudi hevur, einans 17 ára gamal, av álvara gjørt seg galdandi á besta liðnum hjá HB, har hann var við til at tryggja HB føroyameistaraheitið 2020, tá ið fleiri av berandi kreftunum á liðnum stríddust við skaðar. Samuel Johansen Chukwudi er eisini eitt dømi um eina sera evnaríkan leikara, ið hevur tikið seg beinleiðis av U17 landsliðnum upp á U21 landsliðið í fótbólti.

 

##med3##

Hákun West av Teigum, ið byrjaði sum hondbóltsspælari í H71, tryggjaði sær longu sum 18 ára gamal, í fjør pláss sum høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold. Hann skrivaði undir sáttmála við Skanderborg Håndbold í 2020, men hann stóð seg so avbera væl, at sáttmálin stutt eftir varð longdur til 2024. Á jólum vandi Hákun West av Teigum fyri fyrstu ferð við føroyska A-landsliðnum, og hann verður ivaleyst partur av bjørtu framtíðini hjá føroyskum manshondbólti á altjóða støði.

 

##med4##

Astrið Nanly Breckmann, 16 ár, úr Havnar Fimleikafelag hevur tikið seg nógv fram í 2020. Hon vann eisini Danmarkarmeistaraheitið fyri lið í felagnum, KG66, í Kastrup, og hon nú lýkur øll altjóða krøv í amboðsfimleiki, sum ger, at hon kann vera við í altjóða kappingum. Astrið Nanly Breckmann telist millum bestu fimleikarar bæði í Føroyum og Danmark, og hon tekur fimleikin í so stórum álvara, at hon hevur gjørt av at íðka fimleik burturav í eitt tíðarskeið.

Umframt sjálvan heiðurin, fær ársins stjørnuskot peningaupphædd upp á 5.000 krónur.

Samuel Johansen Chukwudi

Hákun West av Teigum

Astrið Nanly Breckmann, vinstrumegin