Ein Brexit-avtala er møgulig

Samráðingarleiðarin hjá ES er bjartskygdur, nú einans nakrir fáir dagar eru eftir til ein semja skal fáast í lag

Michel Barnier, samráðingarleiðari hjá ES, á veg á fund við ráðharrar í morgun. Mynd: Ritzau / Scanpix

Michel Barnier, samráðingarleiðari hjá ES, á veg á fund við ráðharrar í morgun. Mynd: Ritzau / Scanpix

Freistin hjá Bretlandi og ES at finna eina semju um eina framtíðar samstarv, tá Bretland fer úr evropeiska samstarvinum, nærkast við stórum fetum, nú einans 16 dagar eru til Brexit.

Higartil hevur lítið bent á, at tað fer at eydnast at finna eina loysn við samráðingarborðið áðrenn tíðarfreistina, og verður talan sostatt um eitt sokallað hard Brexit ella no deal Brexit, har handilsviðurskiftini millum Bretland og stórar partar av Evropa detta niðurfyri 1. november.

Men nú hómast ein vón fyri einari loysn. Tað metir í hvørt Michel Barnier, ið er samráðingarleiðari hjá ES. Tað er Reuters tíðindastovan, ið endurgevur samráðingarleiðaran fyri hesi orð, tá ið hann fór á fund við ES-ráðharrar í morgun.

- Sjálvt um tað er blivið alsamt meira trupult at finna eina semju, so er tað møguligt hesa vikuna, segði hann sambært Reuters og legði aftrat.

- At finna eina loysn er enn møguligt. Men ein slík semja má sjálvandi kunnu góðtakast av øllum pørtum. Allir partar í Bretlandi og allir partar í ES. Lat meg leggja afturat, at tað er upp á tíðina, at góðu ætlanirnar verða festar á eitt lógarskjal.

Bretska parlamentið hevur givið stjórnina eina freist til 19. oktober at fáa eina semju í lag. Um tað ikki eydnast, er stjórnin bundin til at biðja ES um eina útsetan av Brexit, so at samráðingarnar kunnu halda fram. Sostatt verða tað ES-leiðararnir, ið skulu taka støðu til, um man ynskir at útseta Brexit fyri triðju ferð ella letur Bretland fara uttan eina avtalu. 

Michel Barnier, samráðingarleiðari hjá ES, á veg á fund við ráðharrar í morgun. Mynd: Ritzau / Scanpix