- Ein deiligur vinningur!

Maðurin, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld, gjørdist 40.000 skattafríar krónur ríkari, og hann var væl nøgdur.

Petrina Berg á Lag var vertur í Gekka-spælinum í kvøld.

Petrina Berg á Lag var vertur í Gekka-spælinum í kvøld.

 

Tað var Jónleif Christiansen í Klaksvík, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp av snara hjólinum. Hann segði seg ikki hava vunnið í Gekka-spælinum áður, og hann segði, at hann spælir, tá hann hevur tíð.

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 600.000 krónur, og maðurin úr Klaksvík valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 200.000 krónum í hvørjum leypi. Hóast hann ikki rættiliga rakti seymin á høvdið, gjørdist hann ikki sørur.

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000, sum faldað við trý hevði givið honum 30.000 krónur. Men, Jónleif Christiansen valdi at royna einaferð aftrat. - Vit koyra á einaferð aftrat, segði hann, tá hann hevði hugsað seg um.

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið honum 40.000 skattafríar krónur. 

- Hvat hugsar tú nú at gera? spurdi gekka-verturin, Petrina Berg á Lag, blídliga og vísti á, at nú kundi hann antin steðga - ella royna eydnuna triðju og seinastu ferð. - Jú, takk. Vit steðga, segði Jónleif Christiansen, sum helt fyri, at 40.000 krónur er ein deiligur vinningur.

Petrina Berg á Lag var vertur í Gekka-spælinum í kvøld.