Ein føðingardagsheilsan til systur mína, Magdalenu

At hava góð systkin er ein gáva, man bara gerst glaðari fyri tess eldri, man blívur. Har eru so nógvir felagsnevnarar, sum knýta okkum saman og gera tað heila ríkari.

 

 

Magdalena og maðurin Eyðfinn Færø

Magdalena og maðurin Eyðfinn Færø

Eg haldi ikki, at tað er at taka munnin ov fullan at siga, at vit systkini hava altíð verið serliga nær knýtt at hvørjum øðrum. Tað, at vit mistu mammuna so ung, er ivaleyst ein stór grund fyri hesum. Ótrúligt, hvussu ein so ræðuligur sorgarleikur gjørdi, at vit komu at njóta eitt so ríkt systkinaband. Róm.8.28 rennur einum í huga. „Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.“

Magdalena var 16, tá ið mamma fór. Tað var í 1967. Nógv er broytt síðani tá. Okkurt var betri tá, og okkurt ikki so gott. Eitt av tí møguliga ikki so góða var, at man tagdi um nógv, ið átti at verið tosað um. Til dømis vistu vit yngru systkini ikki, hvussu alvorlig sjúkan hjá mammu var. Magdalena hevur fortalt, at hon einaferð kom at hoyra onkran siga, eftir at mamma var vorðin sjúk, at tað var einki, tey kundu gera fyri hana, krabbameinið hevði spreitt seg ov nógv. Magdalena sníkti seg bara avstað, og viðkomandi visti ongantíð, at Magdalena hevði hoyrt hana og nú visti, at mamma fór at doyggja. At hugsa sær, at ein 16 ára gomul genta bara mátti lata sum um, hon ikki visti, at mamma sín fór at doyggja. Men soleiðis var tað tá, slíkt skuldi tigast burtur.

At missa mammuna er ræðuligt upp á nógvar mátar. Hjá okkum var tað eisini tað, at pápi var sjómaður og tí nógv burtur. Grímur, beiggi okkara, var eisini sjómaður, og Karin lærdi til laborant í Danmark.

Sum man hyggur aftur á tað nú, sær tað alt øgiliga tungt og fløkjaligt út, men sum barn merkti eg einki til nakað av hasum. Magdalena traðkaði til, og heimið var verandi tað trygga og hugnaliga heimið, tað altíð hevði verið. Fáar gentur á hennara aldri, ella enntá eldri, høvdu klárað tað, sum hon gjørdi.

Vit skylda henni nógv, serliga eg. Hon ofraði sín ungdóm, so eg kundi njóta mín barndóm.

Tað var ein rík tíð, vit trý, Magdalena, Ásla og eg vóru einsamøll úti í Grótinum. Har eru nógv góð minnir. Eg nevni líka tvey.

Tað fyrra er í samband við, tá ið Magdalena lærdi í Sjóvinnubankanum. Eg hoyrdi hana av tilvild tosa við onkran um, at teir í Sjóvinnubankanum vildu hava hana at flyta til Havnar. Magdalena var avgjørd og segði, at tað fór hon ikki, Jógvan Júst hevði brúk fyri, at hon var verandi í Klaksvík. Tryggjandi at hoyra.

Hitt er eitt jólaminni. Tað eru jólini í 68. Vit trý, Magdalena, Ásla og eg halda jólaftan saman, vit eru 18, 14 og 10. Í mínum hugaheimi eru tað bestu barnajólini, eg minnist. Karin hevði sent mær ein rasarabana í jólagávu. Vit settu hann upp, systkinabørnini í Grótinum komu inn, og vit hugnaðu okkum til langt út á náttina. Mitt í rokanum sat Magdalena og seymaði ein kjóla. Hon hevði stýr á øllum rundan um okkum, tað kundi ikki havt verið tryggari og hugnaligari. Fáar 18 ára gamlar gentur høvdu klárað tað, sum hon, altíð blíð og hjálpsom, hon vildi okkum tað allarbesta.

Ikki undur í, at man er er so góður við hana - og takksamur fyri at kunna kalla hana systur mína.

Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum, góða Magdalena. Takk fyri alt, tit eru fyri okkum og tær óteljandi hugnaligu løturnar vit hava notið saman.

Cathy og børnini við familju heilsa eisini.

 

Jógvan Júst

Magdalena og maðurin Eyðfinn Færø